Bloggur

Frælsi

Jógvan Vest, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar

01.12.2016

”Alt fær ein enda”, verður ofta tikið til, og sannleikin í hesi útsøgn er nakað, ið eg ikki dugi at lúgva meg frá. Tíðarskeiðið hjá mær sum bloggari er eisini at enda komið, og spurningurin er, hvussu nógv verður gjørt við tað av undirritaða í komandi tíðum. Gleðiliga kann tó staðfestast, at tíðin hjá mær sum læraralesandi er við at vera hálvrunnin, og mín undirvísara-brynja er við at verða hálvsmíðað.

Misskil meg ikki, mær dámar serstakliga væl á Læraraskúlanum, og eg kundi ikki ynskt mær fittari, stuttligari og gløggari flokk og lærarar enn tey, ið eg havi mína dagligu gongd saman við á Frælsinum.

Og júst hetta, at eg kann siga, at mín dagliga gongd er á Frælsinum, er nakað, ið kann fáa tankarnar heilt upp at flákra. Tí Læraraskúlin er á Frælsinum, men vit hava jú øll frælsi til at ganga á Læraraskúlanum, og er hetta onkursvegna tengt heilt tætt at hvørjum øðrum. Frælsi at læra at verða lærari, og ikki nakað heilt annað er okkara.

Hví skuldi eg gingið á Frælsinum og malið, um eg ikki hevði hug til tað, men møguliga kendi tað sum um eg var fangaður á Frælsinum. Hetta hevði nokk ikki havt nakað gott við sær, og hvat ólukkan er so meiningin við tí heila. Møguliga er tað fínt, tí eg havi eitt lán, sum skal gjaldast, ella mær dámar væl langa summarferiu, men er tað nokk? Er hetta eitt púra vanligt starv, ið eg havi valt mær, ella er hetta nógv meira? Gamaní eitur tað eitt starv, tú fær løn í hesum starvinum, og tú fær vikuskifti eins og flest onnur við størvum. Jamen, so kann tað sanniliga verða ein ivaleysa góð orsøk til at verða lærari?

Mítt stutta svar til omanfyri nevndu spurningar er eitt klárt nei, men ivasamt er, um spurningarnir nakrantíð fingu eitt játtandi svar frá mær, óansæð, hvat starv talan var um.

Tí frælsi til at vera tann, vit eru, og frælsi til at gera gott, har vit kunnu, er nakað ið nógv stremba eftir, og hetta kann verða ein drívmegi, ið torfør er at kúga. Hetta er nakað, ið altíð kann byggjast uppá í okkara dagliga yrki, har vit kunnu royna at brúka frælsi sum ein katalysator til læring, virðing og vitan, tí sum skaldið skrivar ”…frælsi fær eitt innihald, og vónin gerst eitt val”, og hetta er eitt av mongum, ið vit vitanarberar altíð kunnu hava í huga - at fáa næmingin at velja vónina.

Eyðsæð er tað, at børnini hava frælsi til at lata vera við at lurta eftir læraranum, og lærarin hevur frælsi til at skíta á tað, men hvussu langt eru vit so komin? Vit mugu nýta hetta frælsi til at lívga um trivnaðin og áhugan í flokkinum, men eisini hjá hvørjum einstøkum næmingi, so hetta frælsi onkursvegna verður nýtt á ein jaligan hátt, so tað gagnar øllum pørtum.

Kúgan og hóttan er ikki nakað, ið er sambæriligt við frælsi, og tí dugi eg ikki at síggja stórvegis nyttu í hesum í flokshølinum, tí trýst elvir til móttrýst, og frælsi til at velja frá fær tá ofta viðvind. Nógv av okkum hava tíverri havt ein lærara, sum oftast bleiv samanborin við opið á áðurnevnda enda, og longu har eru lunnar lagdir fyri móttrýsti, og tískil er ikki ilt at skilja, at ikki bleiv altíð tað heilt stóra lært av viðkomandi.

Men nú hava vit sjálv frælsi til á Frælsinum at frelsast, og kunnu frøast um, at tá ikki long tíð er fráliðin, so hava vit eitt frálíkt og væl frágingið prógv, ið vit frøast saman um, og ikki freistast til at frátaka næmingsins frælsi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.