Tíðindi

Freistin fyri Veðurlagsvirðislønini um ein mánað

Skúlar hava ein góðan mánað at skriva umsókn til Veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag

18.02.2024

Fyri fimtu ferð skulu vinnarar av Veðurlagsvirðislønini finnast. Arbeiðir skúlin, tú arbeiðir á, ella onkur flokkur ella deild við eini verkætlan, sum tekur støði í veðurlagnum, hava tit eitt høvi at varpa ljós á verkætlanina við senda umsókn inn til fyrstu veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Lærarafelagið er kunnað um skúlar, sum hava arbeitt við og arbeiða við at eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, og sum ætla at senda umsókn inn. Lærarafelagið vónar, at nógvar umsóknir koma.

Freistin at senda umsókn er 22. mars, og vinnararnir verða kosnir á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum 20. apríl.

Kravið til vinnaran er, at hann skarar framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður í ár latin á fimta sinni. Runavíkar kommunuskúli vann í fjør. Skála skúli hevur vunnið tvær ferðir og Eysturskúlin í Havn eina ferð. 

Tú kanst lesa meiri um virðislønina, sum Føroya Lærarafelag, Betri og FNÚ eru saman um, her: http://www.skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-1

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.