Tíðindi/Greinar

11.04.2021

Freistin at lata umsókn til Veðurlagsvirðislønina er 14. apríl

Tað arbeiði, ið verður gjørt í skúlum veðurlagnum at frama, er ein íløga í framtíðina; hetta arbeiði ávirkar gerandisdagin hjá komandi ættarliðum.

Á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í fjør varð Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags latin á fyrsta sinni. Eitt átak, sum felagið hevur fingið sett á stovn við hjálp frá Betri og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum eisini sita í dómsnevndina saman við formanninum í Føroya Lærarafelag.

Sjálvt um skotbráið í fjør at lata uppskot inn var sera stutt, so komu uppskot inn til nevndina at taka støðu til. Hetta frøddust vit almikið um, tí felagið vil fegin vera við til at seta sjóneykuna á veðurlagsbroytingar og teir batar, ið fólkaskúlin arbeiðir við.

Í ár er freistin at lata uppskot inn 14. apríl, og vit eru sera spent at sleppa at hyggja at teimum innkomnu uppskotunum.

Skúlin fær ofta skotið í skógvarnar, at hann hevur ikki nóg nógva undirvísing, ið endurspeglar gerandisdagin, so her er ein gyltur møguleiki at vísa Føroya fólki, at so er ikki. Tað arbeiði, ið verður gjørt í skúlum veðurlagnum at frama, er ein íløga í framtíðina; hetta arbeiði ávirkar gerandisdagin hjá komandi ættarliðum. Lærarar duga illa at varpa ljós á alt tað framúrskarandi arbeiði, ið verður gjørt kring landið, bæði av stórum orkukrevjandi tiltøkum og av smáum tiltøkum, ið muna.

Tíðin er komin, har allir lærarar, ið eru í ferð við at eitt ella annað arbeiði, ið er veðurlagnum og umhvørvinum at frama, at taka blaðið frá munninum og senda uppskot inn. At arbeiða við veðurlagnum og umhvørvinum er eitt arbeiði, ið ongantíð verður liðugt, so tí ber ikki til at koma við einum lidnum úrsliti.

Soleiðis stendur m.a. í viðtøkunum:

Virðislønin verður latin einum skúla, ið hevur eggjað børnum og ungum til at arbeiða við at ogna sær vitan og kunnleika um veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir.

Skúlin skal eggja børnum og ungum, ikki læra tey, at hetta er uppskriftin.

Nú er løtan at vísa, hvat tit arbeiða við, tí freistin er ikki farin enn. Tað einasta tit skulu gera, er at fara inn á heimasíðuna eftir umsóknarblaðnum, skriva og senda inn.

http://www.lararafelag.fo/ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-1


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan