Tíðindi

Framá tað ber við Lopfjølini

"Sum forkvinna í Trivnaðarnevndini frøist eg um, at tað við Lopfjølini hevur eydnast at skapa eitt mennandi og fyribyrgjandi tilboð til hesi børn soleiðis, at skúlin eisini fyri tey verður lopfjøl til framhaldandi skúla, útbúgving og starvsmøguleikar"

19.10.2017

Hetta skrivaði Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, m.a. á sínum facebookvanga fyri umleið einum ári síðan.

Bjørghild Djurhuus var tá sum nú býráðslimur í Havn hjá Javnaðarflokkinum, og hon var forkvinna í Trivnaðarnevndini. Nú er Bergunn Kass hjá Framsókn forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar býráð, men Bjørghild Djurhuus er framvegis limur í nevndini, og hon sigur tað sama um Lopfjølina nú sum tá.

Lopfjølin er ein verkætlan, sum Margarinfabrikkin saman við Mentamálaráðnum og Sosialu deild í Tórshavnar kommunu samstarva um. Hetta er eitt tilboð til ung, sum hava tað trupult við at ganga í skúla, og sum ikki eru við í teirri vanligu skúlaundirvísingini.

Endamálið við Lopfjølini er, at næmingarnir fáa tikið eina 9. flokks próvtøku. Námsfrøðingar úr Margarinfabrikkini og lærarar samstarva, hvør á sínum øki.

Lopfjølin hevur sum verkætlan virkað á Margarinfabrikkini í Havn í eini trý ár. Verkætlanin er fyri skúlanæmingar, sum av ymsum grundum ikki megna skúlagongd í almenna fólkaskúlanum við teimum avbjóðingum og treytum, sum har eru.

Lopfjølin gevur hesum næmingum, sum hóast skúlaskyldugan aldur, eru farnir úr skúlanum, ein møguleika. Hesi børn fáa annars tilboð eftir skipanini heima- og sjúkraundirvísing, sum fólkaskúlin skipar fyri. Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu hevur víst á tørvin á øðrvísi undirvísingartilboði í staðin fyri ta vanligu heimaundirvísingina.

Tað er ein sannroynd, at tey, sum ikki klára fólkaskúlan, hava ógvuliga vánaligar treytir fyri at klára seg seinni í lívinum. Eitt av endamálunum við Lopfjølini er, at barnið kann fara aftur í skúla og verða partur av skúlafelagsskapinum ella gera seg liðugt á Lopfjølini.

Hetta er eitt slóðbrótandi samstarv millum barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu, skúlarnar í kommununi, Margarinfabrikkina, Mentamálaráðið og Sernám. Trivnaðarnevndin hjá kommununi hevur játtað fígging til námsfrøðiligan stuðul, og Sernám hevur játtað undirvísing. Umframt hetta veitir barnaverndartænastan fyriskipanir sambært barnaverndarlógini, eitt nú sálarfrøðiliga hjálp.

Sólskinssøgan er, at Lopfjølin hevur longu avbera góð úrslit fyri tann einstaka næmingin. Vit síggja næmingar klára fráfaringarroyndina og víðari skúlagongd, og teir fara aftur í vanligan fólkaskúla. Tað eru eisini næmingar, sum eru komnir aftur á Lopfjølina, men varðveita sambandið við heimaflokkin.

- Eg vil vísa á, at hetta er ein sólskinsøga, hvat tvørfakliga samstarvinum viðvíkir. Her eru fleiri fakbólkar og stovnar við í verkætlanini, og hetta hevur eydnast sera væl, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur.

Hon sigur, at starvsfólkini, sum eru um hesar næmingar, eiga stórt rós fyri sítt ídni, vælvild, dugnaskap og dirvi til at royna nakað nýtt.

- Hetta er og verður ein fyrimynd fyri aðrar verkætlanir, og verkætlanum sum hesari ætli eg mær áhaldandi at stuðla eisini tey næstu trý árini, sigur Bjørghild Djurhuus, býráðslimur.

Myndin:

Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur og býráðslimur í Havn, sigur, at Lopfjølin á Margarinfabrikkini er eitt væl eydnað tvørfakligt samstarv í Tórshavnar kommunu

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.