Stabbamynd greinar

Framvegis 90 tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum komandi skúlaár

Nú skúlarnir hava lýst eftir lærarum til komandi skúlaár, 2023/24, er lýst eftir 90 tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum.

07.06.2023

Samanlagt er søkt eftir 137 lærarum, so at bara triði hvør umsøkjari fær boðið fast starv. Hetta er sama skilið sum undanfarin ár, tá tað ávikavist var søkt eftir 87 og 89 lærarum til tíðaravmarkað størv.

Fylgjandi landsstýrismenn hava sagt seg sinnaðar at gera batar, men framvegis verða líka nógvir lærarar settir í tíðaravmarkað starv. Hetta er at harmast um, tí at landsstýrismaðurin kennir til støðuna, og hvussu ótryggar umstøðurnar eru hjá nýútbúnu lærarunum. Ein lærari vendi sær til felagið herfyri; viðkomandi skuldi nú á sætta ári søkja starv á sama skúla.

Tað er søkt eftir fleiri lærarum til fast starv í ár enn í fjør og í fyrraárið, og tað er gott. Í ár er søkt eftir 47 lærarum til fast starv, meðan undanfarin ár er søkt eftir ávikavist 28 og 23 lærarum. Talið av føstum størvum, sum søkt verður eftir, er á hædd við skúlaárið 2020/21, men tá var talið á tíðaravmarkaðum størvum 65, sum er næstan triðingin lægri enn í ár.

Aftrat lærarastørvunum til skúlaárið 2023/24 er eisini lýst eftir einum varaskúlastjóra og tveimum skúlaleiðarum til tíðaravmarkað starv, og einum leiðara til serflokk og einum skúlaleiðara til fast starv.

Skúlaár                               20/21        21/22          22/23         23/24

Tíðaravmarkað størv            65              89               87              90

Føst størv                                 49             23                28              47

Lærarastørv tilsamans      114            112              115             137

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.