Tíðindi

Frískúlin 10 ár

Tíggju ár eru liðin, síðan Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard á fyrsta sinni lótu dyrnar upp í Frískúlanum í Havn í august 2007. Frískúlin hevur síðani byrjan hildið til á Velbastað í náttúrvøkrum umhvørvi - í føroya størstu skúlastovu, sum tey plaga at siga. Náttúran er eisini ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, eins og kreativu fakini spæla ein stóran leiklut í undirvísingini.

9. januar 2018

Frískúlin hevur sum aðalmál at møta barninum, har tað er. Barnið í síni heild skal tí stimbrast í mun til menningarstig, evni og í ávísan mun áhuga. Tað skal fáa hóskandi avbjóðingar og tá krevst eisini at kenna barnið serstakliga væl. Børn eru ymisk og tí má undirvísingin lagast eftir. Summi krevja meiri tíð, eyka frálæru og venjingar enn onnur. Summi gera stór framstig, onnur meir líðandi og nógv gera tað í lopum. Næmingar kunnu vera stinnir í onkrum og veikari í øðrum. Frískúlin í Havn er uppbygdur við hesum í huga, hann viðurkennir ymiskleikan og metir tískil “serligan tørv” at fata um allar næmingar. Stimbran er eitt lyklaorð skúlans.


Frískúlin er elsti og mest royndi frískúlin í landinum og hevur slóðað fyri at aðrir frískúlar eru settir á stovn. 
Í Frískúlanum ganga umleið 40 næmingar í 1 - 6. flokki. Vanliga verða 10-12 næmingar tiknir inn hvørt skúlaár.
Hóskvøldið 11. januar 2018 verður kunnandi fundur í Kaffihúsinum fyri øllum áhugaðum, sum umhugsa Frískúlan sum ein møguleika fyri teirra barn. Á skránni verður kunning um Frískúlan, námsfrøðiliga grundarlagið og gerandisdagin í Frískúlanum. Høvi verður eisini at fáa prát við lærarar, foreldur og næmingar.

www.friskulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.