Tíðindi

Foreldur nógv at siga fyri lesimenningina

- Skal næmingurin fáa góða lesivenjing, mugu foreldrini lesa við barninum hvønn dag, sigur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum

18.11.2021

Katrin Dagbjartsdóttir leggur stóran dent á gott samstarv millum heim og skúla. Hon tekur foreldrini við inn í skúlagongdina hjá børnunum frá áðrenn tey byrja í fyrsta flokki.

- Lærarin er umráðandi, og tað er hansara uppgáva at læra næmingarnar at lesa, men leikluturin hjá foreldrunum er ikki minni umráðandi. Skal næmingurin fáa góða lesivenjing, mugu foreldrini lesa við barninum hvønn dag. Eg greiði foreldrunum frá, hvussu tey kunnu stuðla barninum í lesimenningini; eg sigi við tey, at venjingin heima er umráðandi fyri, hvussu skjótt og væl barnið lærir at lesa, og eisini hvussu umráðandi tað er at tosa við børnini.

Heim eru ymisk, og yvirskotið foreldur hava at vera við í lesimenningini er sjálvsagt eisini ymiskt, men royna øll eftir førimuni, ger tað stóran mun, heldur Katrin Dagbjartsdóttir.

- Eg plagi at biðja tey lesa tað, sum barnið hevur fyri, í einar 10 minuttir um dagin, og eg leggi dent á, at tað er neyðugt at lesa hvønn dag. Tey, sum tíma væl at lesa, lesa vanliga longri. Tað er sera umráðandi, at foreldrini vita, at tað er tann regluliga venjingin í lesing, sum kann flyta barnið fram á leið, og at bókstavir eru ljóð; hevur næmingurin ilt við at lesa, so biði eg tey gera ymiskt við ljóðum, til dømis leita eftir lutum og orðum, sum byrja við ávísum bókstavum.

Katrin Dagbjartsdóttir hevur verið lærari síðan 1995; flestu árini í starvinum hevur hon verið lærari í føroyskum í grunddeildini. Málið hjá Katrini er, at næmingurin lesur raðið í triðja flokki. Í fyrsta og øðrum flokki savnar hon seg um at læra næmingarnar at avkoda orð og automatisera lesingina; í triðja flokki eigur lesiferðin at vera so mikið góð, at næmingurin kann hugsavna seg um tað, hann lesur.

- Skal venjingin koma upp á pláss, og lesiferðin gerast góð, er neyðugt við nógvari individuellari lesing, og tað fer við nógvari tíð. Eitt sindur fýrkantað kann eg siga, at havi eg 24 næmingar í flokkinum, so havi eg tveir minuttir til hvønn næming; tað sigur seg sjálvt, at tað er ógvuliga lítið. Næmingarnir eru so sera ymiskt fyri, og summir krevja meiri enn aðrir. Sjálvandi skal eisini vera pláss fyri felagslesing, tí hon gevur nakað annað í og við, at tú kanst tosa við allan flokkin í senn um eitt ávíst evni, men tað ber ikki til at dúva upp á felagslesing sum tað einasta.

Vanliga er stór spjaðing í flokkinum, eisini í fyrsta flokki; summi duga longu at lesa, áðrenn tey stíga inn í skúlan fyrstu ferð, og summi læra tað skjótt og lesa truplar bøkur beinanvegin.

- Dugir næmingurin at lesa, so tillagi eg tilfarið til hansara. Tað er sera umráðandi ongantíð at taka motivatiónina frá honum. Hóast næmingurin dugir at lesa beinanvegin, er umráðandi at taka ljóðini ígjøgnum við øllum næmingunum, tí tað er gott fyri skrivimenningina. Næmingurin, sum er væl við í lesimenningini, fær alt fyri eitt fyri at lesa heima, meðan næmingurin, sum ikki er væl við, fær aðrar uppgávur, sum byggja á ljóð. Ambisjónin er ikki, at næmingurin, sum er illa fyri, skal duga líka væl, sum næmingurin, ið dugir væl. Næmingurin, sum dugir væl, mennist skjótt og er eftir ongari tíð ein sera góður lesari, meðan næmingurin, sum ikki lærir skjótt at lesa, skal viðhvørt hava ávegis hjálp.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.