Tíðindi

Foreldur eru fyrimyndir

- Tað er okkara fremsta hjartamál at fáa øll børn í Føroyum so væl undan sum til ber, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi

06.05.2021

Óli Rubeksen er leiðari fyri SSP-samstarvið, sum er stytting fyri skúla, sosialar myndugleikar og politi. Endamálið hjá SSP er at fyribyrgja og forða fyri kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung og menna tey til góðar og ábyrgdarfullar samfelagsborgarar. Til almennan mentaskap, dannilsi. Óli Rubeksen leggur dent á og undirstrikar tann ovurstóra týdning, sum foreldur hava í uppalingini av barninum. Foreldur eiga at kenna sína ábyrgd og sínar skyldur, tí foreldrini eru fremstu fyrimyndirnar hjá barninum. Fyrimyndarlig foreldur eru tann besta fyribyrgingin og verjan hjá barninum, sigur hann. 

Tað er væl kent í sálarfrøðini, at tilknýtið millum barn og foreldur ta allarfyrstu tíðina hevur avgerandi týdning fyri menningina og trivnaðin hjá barninum og leggur lunnar undir framtíðina. Tað er, hvussu barnið stendur seg seinni í lívinum.

Tað er millum annað við hesum í huga, at virkisøkið hjá SSP-samstarvinum er víðkað, so tað ikki longur einans fevnir um børn í skúlaaldri, men eisini um børn á dagstovni og pinkubørn. Henda broyting varð framd í 2018.

SSP hevur við øðrum orðum lagt seg eftir at hava eitt tætt og gott samstarv við foreldrini longu frá tí, at barnið er komið í verðina. Hetta til tess at tryggja eina so góða byrjan hjá barninum sum yvirhøvur til ber í lívinum.

- Tað er okkara fremsta hjartamál at fáa øll børn í Føroyum so væl undan sum til ber, sigur Óli Rubeksen.

Hann ásannar kortini, at tað fara altíð at vera dømi um børn, hvørs lív og lagna ikki eru so blíð, men merkt av óeydnu og skeivum avgerðum við ógvuliga keðiligum og víðfevnandi avleiðingum sum úrsliti. Tvørfakliga samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi hevur til endamáls at fyribyrgja, bøta um og taka hond um trupulleikarnar.

Í so máta hevur samstarvið tænt sínum endamáli og prógvað sítt virði, heldur Óli Rubeksen. Tað hevur nevniliga eydnast at fingið talið niður við meiri enn einari helvt av málum um børn og ung, sum enda hjá løgregluni. Hetta kunnu vera mál um eitt nú stuldur og herverk og rúsevni, harðskap og eldáseting. Í 2006 vóru málini fleiri enn 90 í tali, men í 2020 var talið minkað niður móti teimum 30.

Óli Rubeksen heldur, at víðkaða virkisøkið hjá SSP er eitt gott átak. Hann fýlist tó á, at Føroyar á summum økjum tykjast at vera eftirbátur samanborið við grannalondini. Fyrimyndin er Ísland. 

Íslendingar hava lagt stóra orku í at styrkja munandi um sambandið og samstarvið millum heim og skúla. Tað merkir, at skúlin í størri mun tekur foreldrini við upp á ráð og viðurkennir foreldrini sum ein týðandi viðleikara og samstarvsfelaga, tá um skúlagongdina hjá børnunum ræður. Samstarvið er ein áhaldandi tilgongd, sum byrjar longu í 1. flokki og endar ikki, fyrr enn barnið fer úr skúlanum eftir árini í framhaldsdeildini.

Royndirnar úr Íslandi vísa, at talan er um eina “win-win”-støðu, sigur Óli Rubeksen. Hann er ikki í iva um, hvør orsøkin er. Hon er, at foreldrini eru meira tilvitað og sinnað at taka ábyrgd, tí tey kenna seg sum ein týdningarmiklan og virðismettan part í samstarvinum. Hugurin at binda seg til samstarvið er sterkari, tí kenslan av at hava ávirkan og eiga lut í samstarvinum er styrkt og vorðin meira viðkomandi. 

Hesum kundu føroyingar lært av, heldur Óli Rubeksen. Hann setir spurnartekn við, um føroyski fólkaskúlin er nóg dugnaligur til at samstarva við foreldrini og fáa tey at skilja týdningin av at taka lut og vísa áhuga fyri skúlagongdini og tí, sum annars rørir seg í lívinum hjá barninum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.