Tíðindi

Forboð móti fartelefon í skúlanum virkar

Verða telefonirnar lagdar til viks, gagnar tað sosialu samveruni og evnunum hjá næmingum at savna seg um skúlan, er niðurstøðan í eini kanning.

22.03.2019

Síðan skúlin byrjaði aftur eftir summarsteðgin í fjør, hava telefonirnar ikki verið frammi í undirvísingini ella fríkorterunum í Dronninggårdskolen í Holte við Keypmannahavn. Næmingarnir verða ikki longur burturhugaðir av vibratiónum í lummanum, tá ið teir hava støddfrøði, og í fríkorterunum eru næmingarnir farnir at spæla kort við borðini ella fótbólt í skúlagarðinum.

Ein nýggj kanning frá DPU, Danmarks Pædagogiske Universitetsskole, vísir á, at fleiri skúlar hava tikið stig at banna telefon í skúlatíðin. Fýra av fimm skúlum í Danmark hava antin ein politikk ella reglur, tá ið talan er um fartelefonir í skúlatíðini.

- Tað er ymiskt, hvussu forboðið hevur ávirkað. Nógvir skúlar vísa á, at teir síggj broytingar í atferðini hjá næmingunum, aðrir skúlar siga frá, at forboðið hevur ávirkað tað fakliga og sosiala. Tá ið fartelefonirnar eru burtur í fríkorterunum, verða børnini noydd at spæla saman og vera saman. Skíggin er ikki longur ein triði partur í samveruni millum børn, og skúlarnir síggja tað gagnliga í tí, sigur Andreas Lieberoth, adjunktur á DPU, sum er ein av granskunum handan kanningina.

Somu royndir hava tey á Dronninggårdskolen, sigur Anne Møller Boysen, varastjóri. Dronninggårdskolen hevur havt fullkomið forboð ímóti allari nýtslu av fartelefon síðan byrjanina av skúlaárinum.

- Tit kunnu fara í skúlagarðin og fáa sjón fyri søgn. Har eru eingir næmingar, sum byrgja seg av við eini telefon, tí tað sleppa tey ikki. Vit síggja fleiri, sum spæla kort ella tosa saman, sigur Anne Møller Boysen.

- Vit síggja tað sum so ikki ítøkiliga aftur í undirvísingini, men vit eru sannførd um, at fartelefonirnar ikki longur fáa so nógv uppmerksemi, sigur hon.

Fleiri enn 600 skúlar hava tikið lut í kanningini hjá DPU, og tað er tann størsta kanningin av sínum slagi í Danmark. Frí- og privatskúlar umframt serskúlar eru eisini við í kanningini.

Niðurstøðan í kanningini er, at gott og væl helmingurin av øllum skúlunum hava forboð ímóti nýtslu av fartelefonini í fríkorterunum, meðan eitt sindur meiri enn hvør triði skúli loyvir nýtslu av telefon í undirvísingini.

Kelda: tv2.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.