Tíðindi

Flokslærarin loksins viðurkenning

Politiska skipanin hevur endiliga fingið eyguni upp fyri flokslæraranum. Tað segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum síðst í apríl.

05.06.2023

Seinnu árini hevur Føroya Lærarafelag aftur og aftur víst á, at flokslærarin eigur at fáa betri sømdir og umstøður at gera sína uppgávu. Ábyrgdin hjá flokslæraranum er bara økt, uppgávurnar vorðnar fleiri og truplari, alt meðan hann má undirvísa meiri. Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag vísti formaður Føroya Lærarafelags enn eina ferð á, at tað ber ikki til bara at vaksa um uppgávurnar, uttan at bøta um umstøðurnar at útinna uppgávurnar.

- Politiska skipanin hevur endiliga fingið eyguni upp fyri flokslæraranum. Landsstýrismaðurin hevur viðurkent týdningin, sum flokslærarin hevur, í øllum førum í ein mun. Helmingurin av tí, sum hann hevur megnað at útvegað fólkaskúlanum aftrat á fíggjarlógini, 700.000 krónur, fer til at bøta um umstøðurnar hjá flokslæraranum. Hetta er ikki nógv, men um ikki annað, so er tað ein byrjan.

Flokslærarin eigur at verða løntur fyri sítt arbeiði, vísir formaðurin á. Uppgávan hjá flokslæraranum er vorðin tyngri, so hvørt sum fleiri næmingar vísa seg at hava tungar avbjóðingar at dragast við, og flokslærarin skal møta upp til fundir og skriva frágreiðingar. Tá flokslærarin skal á fund við myndugleikar uttan fyri skúlan, so eigur flokslærarin løn fyri tað.

- Gerandisdagurin hjá flokslæraranum er avbjóðandi næmingar, foreldrasamstarv, fundir við myndugleikar og stovnar, orða skriv til førleikastovuna, samskifti við Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriina og so framvegis, og vanliga er lítil hjálp at heinta. Flokslærarin er týdningarmikil, men flokslærarin kann ikki alt.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at vit eiga at seta skipanir í verk, sum verja læraran og flokslæraran.

- Flokslærarin kann ikki vera tøkur altíð; hann eigur at sleppa at kopla út. Vit mugu hava greiðari skilnað ímillum, nær vit eru tøk og ikki, tí annars brenna vit út. Vit eiga í størri mun at sløkkja telefonirnar, tá vit hava frí. Tað er tiltrongt, at tað er greiðari skilnaður millum arbeiðstíð og frítíð hjá bæði lærarum og skúlaleiðarum, og tað hevði hjálpt okkum at hvíla, so at lærarar og skúlaleiðarar ikki møðast í starvinum, tí lærarin má hava eitt persónligt yvirskot í sínum arbeiði, “fordi man kan ikke dele ud af et underskud”.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.