Tíðindi/Greinar

18. desember 2019

Flokslæraraábyrgdin er stór

Við færri enn tveimum tímum um vikuna er tað ein stór ábyrgd og eitt rúgvismikið arbeiði, ið verður álagt flokslæraranum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Flokslærarin hevur stóran týdning fyri flokkin og einstaka næmingin. Tað er ikki so lítið arbeiði, ið liggur á herðunum á flokslæraranum. Hann eigur at tryggja trivnað, vera um einstaka næmingin og samstundis samskipa tað arbeiðið, ið verður gjørt í flokkinum.

Flokslærarin fær eitt sindur av tíð til at røkja flokslærarauppgávuna. Í fyrsta flokki er tað 4 tímar til hvønn næming, og seinnu árini eru tað 3 tímar til hvønn næming. Eru tað 24 næmingar í 3. flokki, fær lærarin sostatt 72 tímar til at røkja hesa uppgávuna. Hetta er færri enn tveir tímar um vikuna.

Hesar tímarnar skal flokslærarin millum annað: samskipa floksins arbeiði, taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum, skipa samstarvið millum skúla og heim, kunna leiðsluna um flokkin og einstaka næmingin, kunna foreldur/verjar um trivnaðin hjá barninum, skipa toymisfundir í minsta lagi eina ferð um mánaðin, skipa verkætlanararbeiði og í samráði við leiðsluna skipa útferðir/seturskúla. Hetta er bert ein partur av tí arbeiði, ið liggur á flokslæraranum.

Flokslærarauppgávan er stór, og til tíðir kann hon tykjast tung, men samstundis er hon eisini gevandi. Tað er stuttligt at síggja børnini mennast, hugaligt tá trivnaðararbeiðið hepnast, og ikki at gloyma seturskúlarnir. Tað er altíð ein fragd at fara við næmingum á seturskúla. Tað gevur nógv, bæði ímillum næmingarnar, men sanniliga eisini ímillum næming og lærara.

Við færri enn tveimum tímum um vikuna er tað ein stór ábyrgd og eitt rúgvismikið arbeiði, ið verður álagt flokslæraranum. Hann hevur ábyrgd av fakliga kunnleikanum og trivnaðinum hjá næmingunum, samstundis sum hann hevur ábyrgd av, at leiðslan er kunnað um viðurskiftini í flokkinum. Harafturat koma allar hinar uppgávurnar. Hetta er ein arbeiðsuppgáva, sum flokslærarar fegnir átaka sær, hóast tíðin er tepur.

Tað tykist sum, at tað er lætt at áleggja uppgávur á ymisku økini í skúlunum. Tað hevði verið ein munandi lætti hjá teimum, ið standa við uppgávunum, um tíðin til arbeiðið samsvaraði við uppgávuna. Vit, sum hava staðið við flokslæraraábyrgd, vita, at arbeiðið er týdningarmikið, og at tíðin, ið verður lutað til uppgávuna ikki er nøktandi. Tað er týdningarmikið, at flokslærarauppgávan verður raðfest, soleiðis at lærarar ikki gerast overvaðir av arbeiðinum. Tí er ynskiligt, at fleiri tímar verða til hetta arbeiðið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan