Tíðindi

Fleirmæltir næmingar eru gløggari

Nýggj gransking vísir, at næmingar, sum duga fleiri mál, eru ’gløggari’ enn onnur børn. Hesin fjaldi førleikin eigur at koma betur til rættis í undirvísingini, heldur Gro Caspersen, lærari í Svendborg og stigtakari til eina verkætlan, sum varpar ljós á fyrimunirnar at duga fleiri mál.

01.12.2017

Fleirmælt børn hava fyrimunir samanborið við børn, sum bara hava eitt mál. Børn við fleiri málum hava ein hvassari heila; fleirmæli tryggjar nevniliga, at heilin er í besta standi. Hesi børnini duga betur at gera fleiri ting samstundis, tey minnast betur, og tey duga betur at tosa sum heild. Soleiðis ljóðar niðurstøðan í eini amerikanskari granskingarverkætlan, sum hevur kannað fleirmælt børn. Gro Caspersen, sum er lærari í fronskum í Nymarkskúlanum í Svendborg, hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri fleirmæli, og hvussu tú ognar tær mál. Hon er áhugað í, hvussu vit tryggja, at málsligu fyrimunirnir hjá fleimæltum næmingar verða viðurkendir og drignir inn í undirvísingina, og hvussu vit styrkja sjálvsfatanina hjá fleirmæltum næmingum, soleiðis at teir síggja tað sum eina styrki heldur enn ein vekleika at tosa fleiri mál.

- Sum heild umrøða við tvímæli sum nakað negativt. Tey koma fyri í hagtølum hjá skúlum á jøvnum føti við børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, ella børn, hvørs foreldur eru arbeiðsleys, sigur Gro Caspersen.

Í arbeiði sínum sær Gro Caspersen, at næmingar skammast av at vera tví- ella fleirmæltir.

- Nógvir næmingar, sum duga tvey ella fleiri mál, føla seg stigmatiseraðar, sigur Gro Caspersen, sum sjálv er tvímælt við føroyskari mammu og donskum pápa.
Eg eri so heppin, at í skúlanum sá eg út at vera donsk, tí eg havi blá eygu og ljósa húð, men tíverri eru nøkur mál meiri viðurkend enn onnur.

Tá tvímæltir næmingar verða umrøddir sum ’næmingar við trupulleikum’, snýr tað seg ofta meiri um, hvørjar mentanarbakgrund teir hava, heldur enn mál, heldur Gro Caspersen, sum í 2015 tók stig til herferðina Wise Words fyri at varpa ljós á fyrimunirnar við at duga fleiri mál. Við herðferðini hava Gro Caspersem og sjey onnur ung við tvímæli verið á rundferð í fólkaskúlunum í Svendborg, har tey hava varpað ljós á fyrimunirnar at duga fleiri enn eitt mál. Og arbeiði hennara hevur givið eftirljóð, tí í ár hevur hon fingið Evropiska málvirðislønina, sum Ráðið fyri gransking og útbúgving letur á hvørjum ári.

Kelda: blivklog.dk

Les meiri um evnið: http://www.blivklog.dk/flersprogede-elever-har-skarpere-hjerner/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.