Tíðindi

Fleiri næmingar við nógvari fráveru

Tað verður fylgt væl við fráveruni í danska fólkaskúlanum. Nýggj tøl vísa, at fólkaskúlanæmingar í miðal eru ein dag meiri burtur úr skúla samanborið við fyri trimum árum síðan, og at talið á næmingum, sum eru burtur meiri enn 10 prosent av tíðini, er økt 1,1 prosent.

11. januar 2019

Nýggj tøl fyri fráveru skúlaárið 2017-2018 vísa, at næmingar í miðal eru burtur úr skúla nærum 12 dagar eitt skúlaár. Tað svarar til 5,9 prosent av skúlaárinum. Hetta er ein vøkstur á 0,3 prosent síðan síðsta skúlaár og 0,6 prosent síðan 2014-2015. Økingin eftir trimum árum svarar til, at næmingarnir í miðal hava ein dag meiri í fráveru.

Tølini fyri 2017-2018 vísa eisini, at tað eru færri næmingar, ið hava eitt sindur av fráveru. Talið á næmingum við eitt sindur av fráveru er minkað síðstu trý árini. Skúlaárið 2014-2015 høvdu 30,7 prosent av næmingunum eina fráveru millum 0-2 prosent, og síðsta skúlaárið var talið 25,5 prosent. Harumframt er talið á næmingum við meiri enn 10 prosent fráveru økt. Skúlaárið 2016-2017 vóru 13,6 prosent av næmingunum burtur úr skúla meiri enn 10 prosent av skúlatíðini. Nýggju tølini vísa, at hesin parturin er øktur til 14,7 prosent. Tølini vísa eisini, at næmingar, hvørs foreldur hava í mesta lagi fólkaskúlaprógv, hava í miðal meiri fráveru, samanborið við næmingar, hvørs foreldur hava miðallanga útbúgving ella hægri útbúgving. Børn, hvørs foreldur hava lítla skúlagongd, hava eisini meiri ólógliga fráveru samanborið við børn, hvørs foreldur hava útbúgving.

”Vit vita, at fráveran kann hava bæði fakligari og sosialar avleiðingar fyri einstaka barnið. Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at syrgja fyri, at børnini koma í skúla hvønn dag úthvíld og við matpakka í taskuni. Ta ábyrgdina hava vit undirstrikað í einum sáttmála umframt, at vit hava tikið stig til átøk, sum skulu hjálpa børnum, sum eru sálarliga viðkvom, soleiðis at færri børn eru burtur leingi úr skúla,” sigur Merete Riisager, kenslumálaráðharri.  

Sáttmálin, ið Riisager sipar til, er ein avtala millum stjórnina, Sosialdemokratiska flokkin og Dansk Folkeparti um, at átøk eiga at verða gjørd tíðliga, soleiðis at fráveran hjá næmingum, sum eru nógv burtur úr skúlanum, minkar.

Eisini fráveran í serskúlum er skrásett. Í miðal er næmingarnir burtur 9,4 prosent av tíðini. Samanborið við fólkaskúlanæmingar hava serskúlanæmingarnir størri fráveru.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.