Tíðindi

Fjølbroytt útiøki fáa næmingarnar at trívast

Skúlarnir í Føroyum kunnu læra nógv av skúlagørðunum í grannalondunum. Í nógv ár var asfalteraða fløtan loysnin, ið flestu kommunur valdu. Hetta havi eg ongantíð skilt, tí at íløgan í ein skúlagarð er ein eingangsíløga, sum gagnar skúlanum, næmingunum og grannalagnum í nógv ár. So hví ikki gera útiøkini klár til næmingarnar sum part av skúlabyggingini? Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

23.07.2019

Tá næmingarnir trívast, so mennast teir og læra. Trivnaðurin hjá næmingunum er grundarlagið. Á hesum grundarlagi kann skúlin røkka endamálinum, at næmingarnir búnast sum einstaklingar og í mun til felagsskapin.

Skúladagurin hjá næmingunum er býttur millum undirvísing og fríløtur. Ein stórur partur av trivnaðinum hjá næmingunum í skúlanum er tengdur at, hvat næmingarnir hava at takast við í fríløtunum, og hvussu næmingarnir trívast hendan partin av skúladegnum. Eg minnist, at ein næmingur í fyrsta flokki var spurdur um, hvat henni dámdi skúlan. Hon svaraði, at henni dámdi væl skúlan, men at fríkorterini vóru alt ov stutt. Soleiðis er hjá flestu næmingum, men tað eru tíverri tey, ið ikki trívast í fríløtunum.

Í fríløtunum hava næmingarnir møguleika at royna seg og venja seg at vera partur av felagsskapinum. Har er eingin føst skrá, næmingarnir kunnu fylgja sínum áhuga, og hetta er ein góður partur av skúladegnum hjá flestu næmingum. Men fríløturnar eru eisini tann parturin av skúladegnum, har flest samanstoytir eru millum næmingar, og nøkur gerast kedd. Kanningarnar, vit hava um happing í skúlanum, vísa eisini, at flestu tilburðir av happing í skúlanum eru í fríløtunum. Í nýggjastu kanningini svara 14% av næmingunum, at teir vera happaðir í fríløtunum. Sjálvt um hetta eru ov mong, so kunnu vit um ikki annað gleðast um, at hetta er ein fjórðingur minni enn kanningin vísti í 2015. Hvør grundin er til hesa minking, vita vit ikki, men tað hevði verið gott at fingið kannað, so vit kundu tikið ta vitanina við okkum í arbeiðinum.

Í útlandinum leggi eg ofta leiðina fram við fólkaskúlum fyri at síggja, hvussu tey innrætta skúlan og økini uttan um skúlan. Ein stórur munur, ið eg havi varnast, er, hvussu nógv skúlarnir í grannalondunum hava gjørt við økini uttan um skúlarnar samanborið við skúlarnar í Føroyum. Skúlarnir hava stór øki úti til næmingarnar at spæla og vera á í fríløtunum. Økini eru bygd serstakt til grunddeild, miðdeild og hádeild. Klatriborgir eru settar upp, og krókar við lívd eru gjørdir, so at næmingarnir hava ríkar møguleikar at vera saman í fríløtunum.

Skúlarnir í Føroyum kunnu læra nógv av skúlagørðunum í grannalondunum. Í nógv ár var asfalteraða fløtan loysnin, ið flestu kommunur valdu. Hetta havi eg ongantíð skilt, tí at íløgan í ein skúlagarð er ein eingangsíløga, sum gagnar skúlanum, næmingunum og grannalagnum í nógv ár. So hví ikki gera útiøkini klár til næmingarnar sum part av skúlabyggingini?

Eg gleðist um gongdina í skúlabyggingini hjá kommunum seinnu árini. Fleiri sera stásiligir skúlar eru bygdir, og í fleiri skúlum eru útiøkini munandi ment. Eini tíðindi av hesum slag, ið eg fegnaðist um nú ein dagin, vóru á heimasíðuni hjá Eysturkommunu, at við síðuna av skúlanum í Gøtugjógv var eitt nýtt spælipláss tikið í nýtslu. Tað eru eisini fleiri aðrar kommunur, ið á sama hátt hava gjørt íløgur í skúlagarðin. Tað er gott fyri næmingarnar. Nú verður eisini spennandi at síggja, hvussu útiøkini verða í stórskúlunum á Fløtum og á Skúlatrøð. Tí at har fara nógvir næmingar at hava sín skúladag.

Eg vóni, at gongdin vil vara við, at kommunurnar gera útiøkini í skúlunum fjølbroytt, hóskandi og avbjóðandi til næmingarnar. Tað vil gagna trivnaðinum hjá næmingunum og okkum øllum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.