Tíðindi

Finnið loysnir, sum barnið góðtekur

- Høvdu vit noytt onkra skipan yvir dóttrina, høvdu vit ongantíð fingið hana í skúla aftur. Tað týdningarmesta er at lurta eftir barninum og finna loysnir, sum taka støði í barninum og tí, sum barnið kann góðtaka, sigur mamma, hvørs dóttir gavst at ganga í skúla í 5. flokki

01.07.2019

Í síðsta Skúlablað er samrøða við dulnevnda mammu, vit nevna Mariu, hvørs dóttir, Anna, ikki gekk í skúla í fleiri ár. Dóttirin er ein friðarlig genta, sum dugir sera væl í skúlanum og hevur nógv áhugamál; tað sosiala hevur tó verið ein avbjóðing, síðan hon fór í skúla. Maria hevði varnast, at dóttirin í eina tíð hevði verið lítið saman við javnaldrunum, og at hon var nógv einsamøll. Hon fór at skulka í skúlanum, nógvar morgnar kærdi hon seg um at hava ilt í búkinum, og tað gjørdist oftari og oftari.

- Ein morgunin á heysti í 6. flokki fekk eg hana ikki úr bilinum og inn í skúlan, tí hon bara græt. Hetta vant upp á seg, og støðan versnaði bara. Tað er ein løgin kensla, tá ið tú sært, at dóttirin broytist so munandi eftir ongari tíð, frá at vera ein glað genta til einki at vilja og bara vera kedd. Anna hevði fingið angist og tordi ikki í skúla. Vit tosaðu nógv um, hvat orsøkin mundi vera til tað, um tað kundi vera happingin ella okkurt annað og kanska nógv verri. Dóttirin segði, at happingin var steðgað. Nakrar fáar mánaðir inn í 6. flokk helt hon púrasta uppat at ganga í skúla. Vit vistu ikki okkara livandi ráð.

Familjan ráðførdi seg við flokslæraran og heilsufrøðingin í skúlanum um, hvat tey kundu gera fyri at fáa Annu í skúla aftur. Eisini í skúlanum høvdu tey varnast, at Anna var nógv fyri seg sjálva. Ráðini vóru, at Maria skuldi seta seg í samband við Sernám ella Barnaverndina.

- Anna noktaði púrasta at fara út, ikki so frægt sum at vitja familju. Hon byrgdi seg av inni í kamarinum, vildi heldur ikki vera saman við okkum húsfólkum.

Av tí at støðan var so nógv versnað, komu Sernám og Psykiatriin inn í myndina. Útgreinandi kanningar vórðu gjørdar. Tær staðfestu, at Anna hevði sosiala angist og eina diagnosu innan autismuspektrið órógv. Tunglyndi varð ikki staðfest.

Í tilgongdini at hjálpa Annu legði Sernám stórt trýst á familjuna at fáa Annu aftur í skúla, men tað gjørdi støðuna nógvar ferðir verri, tí hon bleiv bangin og ógvuliga kedd.

- Vit valdu at steðga samstarvinum við Sernám, tí vit høvdu kensluna av, at tey als ikki lurtaðu eftir okkum. Vit føldu, at vit stríddust ikki fyri tí sama, nevniliga at hjálpa Annu at koma fyri seg og at fáa henni ta røttu hjálpina. Hjá teimum snúði tað seg um at fáa Annu inn í flokkin aftur, uttan fyrilit fyri støðuni hjá henni. Eitt tilmæli, tey høvdu, var, at vit áttu at flutt til Havnar, tí har var serflokkur til dóttrina. Ógvuliga løgið, haldi eg, at skjóta upp fyri okkum, sum vóru so sperd, at vit skuldu flyta til Havnar í staðin fyri at finna eina loysn í nærumhvørvinum. Eg skilji væl, at tað hevur týdning at fáa barnið aftur í skúla so skjótt til ber, men tað týdningarmesta má vera, at tú lurtar eftir barninum, tí hjá summum børnum er tað ikki tað rætta at fara í skúlan aftur. Og tá snýr tað seg um at finna alternativar loysnir í nærumhvørvinum. Tað hevur skúlin í okkara bygd dugað.

Fyrstu tíðina, Anna noktaði at fara í skúla, fekk hon hjálp frá skúlanum og flokslæraranum, soleiðis at hon kundi fylgja við í tí, sum floksfelagar hennara gjørdu í skúlanum. Hon gjørdi skúlating, soleiðis at hon ikki gjørdist eftirbátur fakliga. Síðan var ein onnur loysn vald, har ein læraralesandi undirvísti Annu 10 tímar um vikuna í onkrum hølum, sum vóru tøk. Sernám játtaði hesar tímarnar. Hetta helt fram í nakrar mánaðir, til viðkomandi fór í annað starv.

- Vit tóku ikki av tilboði um heimaundirvísing, tí so høvdu vit aldri fingið hana út aftur. Tað var alt avgerandi fyri okkum, at hon kom í eitt skúlaumhvørvi, hóast hon var fyri seg sjálva. Vit royndu í eina tíð eina skipan við, at hon hevði fleiri lærarar, sum skiftust at undirvísa henni, men tað riggaði ikki nóg væl. Tá var tað so heppið, at ein lærari, sum var farin frá fyri aldur, játtaði at undirvísa dóttrini 10 tímar um vikuna í einum hølum, sum skúlin fekk til vega. Hon fekk undirvísing í teimum lærugreinum, sum mettar vóru tær týdningarmestu. Hesin lærarin dugdi so framúr væl at geva dóttur okkara júst tað, henni tørvaði, bæði fakliga og persónliga. Hevði hon ein ringan dag, sovið illa um náttina og so framvegis, so var tað í lagi. Samstarvið teirra millum riggaði so avbera væl frá fyrsta degi, og dóttirin byrjaði at verða glað aftur. So við og við kom hon í gongd aftur. Hon fór enntá upp til landsroynd í skúlanum, tó í einum hølum fyri seg; tað var ein øgiligur kampur innan í henni at traðka inn um skúlans gátt, men hon megnaði tað.

Tíðin, Anna hevur fingið einaundirvísing, hevur gagnað henni sera væl. Hon er farin at trívast aftur, er spakuliga komin út aftur millum fólk, hevur verið til onkur tiltøk saman við øðrum javnaldrum og er vorðin glaðari aftur. Í dag gongur Anna í sínum gamla flokki.

- Vit foreldur gjørdust púra ovfarin, tá ið Anna eina dagin segði, at hon vildi í skúla aftur í sín gamla flokk. Tá var hon sloppin av við angistina og var komin so mikið fyri seg, at hon hevði orku til tað. Kortini var tað ikki lætt at fara í skúla aftur. Tað var ógvuliga hart sosialt at koma í gamla flokkin aftur. Hon hevur alla tíðina fingið at vita, at riggar tað ikki, so fara vit aftur til gomlu skipanina við einaundirvísing. Skúlin hevur tikið sera væl ímóti henni.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.