Tíðindi

Finka besta skúlabók í Evropa

Í dag var avdúkað, at bókin Finka – Føroyskt til annan flokk hevur vunnið gull í Belma Awards 2020. Bókina hevur Marianna Skarðenni Poulsen skrivað, og Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt.

14.10.2020

BELMA stendur fyri Best European Learning Materials Award; hetta er ein virðisløn, ið verður latin fyri lærubøkur til fólkaskúlan. Føroyska bókin Finka – Føroyskt til annan flokk var í uppskoti í bólki í 2, ið er fyri lærubøkur til 8-10-ára gomul.

Bøkurnar, sum vóru í uppskoti í sama bólki sum Finka, vóru úr øllum Evropa í ymsum lærugreinum.

Marianna Skarðenni Poulsen vann handritakappingina, sum Nám skrivaði út í 2017, fyri lærubøkur fyri fólkaskúlan. Endamálið var at finna nýggjar, fakligar rithøvdundar við góðum.

Hjartaliga til lukku Marianna, Kathrina, Nám og øll tit, sum eiga ein lut í bókini.

Tað ber til at síggja fleiri myndir frá heiðurslønarløtuni á Námi í dag á facebook-bólkinum hjá Námi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.