Tíðindi

Finalan í First Lego League í dag

Í dag kappast 15 lið í finaluni í First Lego League, sum er í bygninginum hjá Føroya Tele

10.11.2018

Evnið er rúmdin, og bólkarnir fara at kappast við tólmennum, tøkni og alkyns uppfinnsemi, ið hevur við rúmdina at gera. First Lego League kappingin er størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 255.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr 90 londum hittast; mett verður at tað eru nærum 1.500 First Lego League tiltøk, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

Kappingin verður stroymað á Youtube allan kappingardagin. Leita eftir “FLL Føroyar” á Youtube ella fylg við á leinkinum https://www.youtube.com/channel/UCUWKFaJXxwgnKtSTp_O-Q7Q

Byrjað verður tíðliga. Skráin er hendan:

kl 7:45 Føroya Tele húsið í Hoyvík letur upp fyri liðum

kl 8:30 Framløgur byrja

kl 10:00 Aksel V. Johannesen, løgmaður, setur kappingina

kl 10:30 Framløgur

kl 10:30 Innleiðandi umfør byrja

kl 12:50 Framførðslur og matarsteðgur

kl 13:30 Finaluumfør byrja

kl 14:15 Finalan

kl 14:20 Undirhald og dómarafundur

kl 14:45 Steypahandan

Tey 15 liðini koma úr nøkrum skúlum; eitt lið úr Sands skúla, 4 úr Skúlanum á Argjahamri, 4 úr Skúlanum á Fløtum, eitt lið úr skúlanum í Leirvík og tvey lið úr Eysturskúlanum.

Dómarar

Banadómarar

Jacob Eli S. Olsen, Føroya Lærarafelag

Heini Nygaard, Nám

Jóhannes Miðskarð, Fróðskarparsetur Føroya             

Marknarðarføring og kjarnuvirðir

Noomi í Dali, Fróðskarparsetur Føroya

Sigrun Jónsveinsdóttir, Íverksetarahúsið

Tøkni

Jan Ziskasen, Føroya Tele

Palli Petersen, Landsverk

Gransking

Henrietta Svenstrup, Glasir

Knud Simonsen, Glasir

Brynjálvur Johansen, Glasir

Annika Sølvará, Granskingarráðið

Mynd: Annika Sølvará

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.