Tíðindi


Ferðin byrjar umborð

Slagorðið hjá Smyril Line er "Frítíðin byrjar umborð", men hjá Námi X í Havn var áttanda ferðin til Berlin eingin beinleiðis frítíð, tí at tey brúktu tíðina umborð til eisini at fyrireika ta 12 daga longu ferðina frá 26. apríl til 7. mai í týska høvuðsstaðnum

9. mai 2018

Tá ið Nám X varð skipað í 2011, funnu lærararnir skjótt útav, at ein námsferð var ein partur av skúlaárinum, og námsferðin varð soleiðis integrerað í Nám X. Lærararnir staðfestu, at í príshøpi var Smyril Line tað felagið, ið Nám X kláraði at bera, og í tíðarhøpi passaði tað nokkso væl við Berlin.

   Tað var eitt sindur tilvildarligt, hví Berlin varð tikin fram um til dømis Prag ella Amsterdam, men royndirnar við Berlin hava verið sera góðar, tí at milliónbýurin Berlin bólgnar av søgu- og listaríkidømi. Nám X hevur fingið sína skúlaskjáttu fylta væl og virðiliga í tí flotta og vakra týska høvuðsstaðnum, sum eisini er ein ómetaliga framkomin turistbýur.

   - Mann kennir seg sera tryggan, hava vit sannroynt, tí mann fer jú avstað hvørt ár við einum 150 næmingum undir 18 ár, og tað er ein ógvislig ábyrgd; mann hevur ábyrgdina av teimum 24 tímar um samdøgrið, sigur Petur Hentze Niclasen, lærari á Námi X. Hann er ein av fleiri lærarum, ið eru við á ferðini til Berlin hvørt ár.

   Onkur hevur spurt lærararnar á Námi X, hví tey áhaldandi fara til Berlin.

   - Jú, vit plaga at siga, at næmingarnir eru nýggir hvørt ár, og vit skipa ferðina fyri næmingarnar, ikki fyri lærararnar, og immervekk skuldi tað blivið betri fyri næmingarnar fyri hvørt ár, tí at lærararnir helst skuldu kent Berlin betur og betur, sigur Petur Hentze Niclasen.

   Eftir hesa áttandu ferðina hjá Námi X í Berlin, hava einir 1200 næmingar til samans upplivað henda einastandandi europeiska mentanarmiðdepil.

   Umborð á Norrönu skipa lærarar og næmingar fyri ymsum tiltøkum, eitt nú pub-quiz og sangløtum, og soleiðis byrjar samansjóðingarparturin alt fyri eitt. Annars hava tey eina skrá fyri seks fullar dagar í Berlin, og hvønn dag er ymiskt á skránni. Dagarnir eru ikki pakkaðir fult út, tí ein dag fara tey at vitja t.d. týningarleguna frá Seinna Heimsbardaga, Sachenhausen, ið liggur 45 kilometrar norðanfyri Berlin. Har eru tey einar fýra-fimm tímar, og síðan hava tey frí tað, ið eftir er av degnum. Tey hava altso eina skrá fyri hvønn dagin.

   Á heimasíðuni hjá Námi X skrivar Miðlabreytin:

"Merkið veittraði til okkum, tá vit í bussum okkara snaraðu oman á havnarøkið í Hirtshals leygarmorgunin umleið kl. 11.30. Norröna liggur við bryggju og bíðar eftir okkum. Jú, eins og ferðin byrjar umborð endar ferðin umborð. Heimferðin kann byrja! Og sum á ferðini til meginlandið, er eisini ymiskt á skránni á heimferðini. (...) Berlin, ið var alt tað, vit høvdu hoyrt um áðrenn ferðina. Ein fantastiskur býur, sum er ein stórbýur, samstundis sum hann er ein lítil og heimligur býur.

Myndin:

Einir 150 næmingar og 18 lærarar á Námi X á ferð í Berlin frá 26. apríl til 7. mai. (Mynd: Miðlabreytin á Námi X)

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.