Tíðindi

FC-jarðarferð

Tað er undrunarsamt, at ongin kommunupolitikari tekur hetta málið á tunguna. Páll Poulsen, eftirløntur lærari, skrivar

14.08.2017

Nú vit endaliga hava sagt farvæl við FirstClass-skipanina og leggja hana í grøvina gamlaárskvøld í ár, havi eg hug at koma við nøkrum hugleiðingum.

Eftirløntir lærarar hava av røttum verið sera atfinningarsamir um niðurleggingina av FC, sum Nám/MMR hevur nýtt sum undanførsla fyri at blaka okkum eftirløntu lærarar á dyr. Hetta er bara enn eitt dømi um tað ótakksemi, sum Nám/MMR hevur víst lærarum í fólkaskúlanum. Lærarar, sum hava tænt fólkaskúlanum trúliga í 40 ár og longri, fáa ikki eina einastu heilsan sum tøkk frá ovasta myndugleikanum fyri fólkaskúlan. Teir skúlar, sum hava gjørt nakað burtur úr, tá lærari er farin úr starvi vegna aldur, hava gjørt tað fyri egna rokning – t.v.s. kommunan hevur goldið. Nú skulu vit hava í huga, at kommunan er ikki arbeiðsgevari hjá lærarum, men MMR. Tíverri kunnu vit bert ásannað, at starvsfólkapolitikkur er eitt fullkomiliga fremmant orð í MMR.

Skammið tykkum í Nám/MMR!

Kunningin frá Nám/MMR hevur verið sera sparsommilig og hjálpin ikki tilstaðar. Vit hava fingið boð um, at vit kunnu sleppa inn og út í FC til 31. desember í ár, men so er slutt. Vit hava onga hjálp ella vegleiðing fingið, ið kundi leitt okkum til nýggjan veitara, ella funnið onkra aðra loysn. Vit skulu vera greið yvir, at fleiri av teimum, sum nú eru tveitt út úr FC, eru so mikið til árs, at tey eru ikki heilt trygg við teldur og tað, sum har til hoyrir. Heldur ikki teirra tøkniligi førleiki er á so høgum støði, at tey hava lætt við at skifta frá einari skipan til eina aðra. Fyri tað um hesi fólk eru vorðin eldri, er ongin orsøk at fara so illa við teimum. Tit skulu minnast til, at um ikki so øgiliga langa tíð, eru tit komin í somu støðu. Hetta eru menniskjur og teirra virðiligheit talan er um.

Og so at gera hesa broyting í hægstu feriutíð er heilt buturvið. Sjálvt um vit eftirløntu ikki eru í starvi meira, so er tað fleiri okkara, ið fara at ferðast í feriutíðini

Eg sakni eina sera týðandi upplýsing, og tað er, hvussu nógvar pengar Nám/MMR spara við hesum tiltakinum. Eftir øllum at døma er tað ein loynidómur, sum absolutt skal varðveitast loyniligur. Tað er undrunarsamt, at ongin kommunupolitikari tekur hetta málið á tunguna. Veruleikin er jú, at tann peningaupphædd, sum Nám/MMR sparir, økir um útreiðslurnar hjá kommununum. Útreiðslurnar verða sostatt fluttar frá landskassanum til kommunukassarnar. Hvussu nógv FC-skipanin hevur kostað, fáa vit ikki at vita, men greitt er, at farið verður til skipan hjá einari multinationalari fyritøku, sum ikki bert er kend fyri tað góða.

Ein annar spurningur er: Hvat hevði ein postskipan, ið líkist FC, kostað. FC er sjálvandi ikki uttan lýti, men vit hava vant okkum til skipanina. Haraftrat er hon netbaserað, sum hvørki “@olivant.fo” ella “@kallnet.fo” er, tí hava flestu okkara – uttan hjálp frá Nám/MMR – fingið postskipanina “@gmail.co”, sum eisini er netbaserað.

Nú er málið komið so mikið langt, at neyvan vendist aftur, men hetta er ikki tykkum í Nám/MMR til rós.

Páll Poulsen, eftirløntur lærari


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.