Tíðindi

Fantastiskt at kunna bjóða næmingum, sum stríðast, hjálp

Tað eru nógvar sólskinsøgur. Vit síggja, at nøkur blomstra, at onnur koma væl fyri seg, og at onnur, hóast tey hava trupulleikar, megna at koma í skúla. Tað sigur Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla

07.11.2023

Alsamt fleiri næmingar stríðast við sálarkvøl og longri skúlafráveru. Nógv verður gjørt fyri at lætta um hjá hesum næmingum, men undirvísingin krevur nógva tíð og orku av lærarunum, og førleikar eru ikki altíð til at loysa tær truplu støður, sum børn og ungu kunnu standa í.

Nógv er vunnið, um hesir næmingar fáa eina terapeutiska viðtalu á staðnum og í tí løtuni, tá tørvurin kemur til sjóndar. Tað er grundgevingin hjá leiðsluni í Runavíka kommunuskúla at seta sálarviðgera í starv 18 tímar um vikuna.

- Hetta tilboðið er vorðið veruleiki, tí vit hava sæð ein tørv, sum Runavíkar kommuna hevur tikið í álvara. Lærarar hava sæð næmingar stríðast uttan at megna at hjálpa teimum, og teir hava mangan staðið hjálparleysir. Førleikin hjá læraranum røkkur til eitt vist, og førleikin hjá heilsufrøðinginum til eitt vist. Tað hevur verið eitt tómrúm, sum eingin hevur megnað at fylt her og nú og í nærumhvørvinum. Tað er eisini ein sannroynd, at skulu næmingarnir hava hjálp frá teimum skipanum, sum eru frammanundan, barnaverndini, Sernámi ella Psykiatriska deplinum, so tekur tað alt ov langa tíð at koma framat. At hava ein sálarviðgera í skúlanum er skjót og góð hjálp á staðnum, sum kann vera við at fyribyrgja stórum og álvarsligum trupulleikum seinni. Tað er fantastiskt at kunna vísa næmingum og foreldum teirra á, at vit kunnu bjóða skjóta hjálp við samrøðu og sálarviðgerð í skúlanum.

Lærarar og leiðslan í Runavíkar kommunuskúla siga frá positivum broytingum í støðuni hjá næmingum, sum hava verið í viðtalu hjá Gunnleyg í Garðamørk, og næmingar og foreldur eru somuleiðis eisini glað fyri hjálpina, tey hava fingið.

- Tað eru nógvar sólskinsøgur. Vit síggja, at nøkur blomstra, at onnur koma væl fyri seg, og at onnur, hóast tey hava trupulleikar, megna at koma í skúla. Tað eru næmingar, sum hava havt ilt við at møta í skúlanum, sum hava fingið hjálp og eru aftur í skúla sum vanligt. Eg eri onga løtu í iva um, at fingu fleiri teirra ikki hjálp, so høvdu vit hava fleiri næmingar við longri skúlafráveru, enn vit hava.

Upprunaliga søkti skúlin Undirvísingarstýrið um tímar til tilboðið, men tað var ikki játtað.

- Runavíkar kommuna fíggjar tilboðið, og tað eru vit sera takksom fyri og fegin um, sigur Jónleif Johannesen.

Tilboðið kostar kommununi uml. 200.000 krónur um árið, og varaskúlastjórin heldur, at tað er bíligt, tá ið hugsað verður um, hvussu nógv fáa ágóða av tí.

- Tá ið tað er eitt nýtt og øðrvísi tilboð í skúlanum, sum siðvenja ikki hevur verið fyri, kann vera ivamál um, hvør eigur at fíggja tað. Mín metan er, at hetta eigur at verða fíggjað av landinum, men í okkara føri er tað Runavíkar Kommuna, sum hevur tikið ábyrgd. At Kommunan fíggjar slíkt átak kann tó forsvarast, tí talan eru um børn í kommununi, og tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av, at børn møta í skúla, sum lógin ásetur. Játtanin er fyri eitt ár í senn, so vit vita tískil ikki, hvussu verður í framtíðini, men vit vóna at kunna halda á við hesum tilboði.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.