Tíðindi/Greinar

19.05.2023

Fakfeløg, umhvørvið og bústaðir

Áhugavert og skemtiligt tiltak á Reinsarínum í Havn 27. mai klokkan 20.00

Eru tíni rættindi tryggjað? Fert tú at fáa eitt stað at búgva? Og hvussu tryggja vit umhvørvið framyvir?

Hesi evnini taka vit upp saman við fakfeløgunum leygarkvøldið 27. mai í Reinsarínum í Havn.

Tú skalt vænta tær eina spikahamrandi feita skrá við skemti frá Jákup Veyhe, tónleiki frá RSP og Páll Oddi (úr Páll Finni Páll), upplegg frá Maritu Rasmussen og sofaprát um avbjóðingarnar innan umhvørvið og bústaðir, har umboð úr áhugafelagsskapum og fakfeløgunum luttaka.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

***

SKRÁIN:

* Páll Oddur (Páll Finnur Páll) framførir

* Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, um týdningin at vera í fakfelagi

* Jákup Veyhe skemtar

* Sofaprát um umhvørvið og bústaðartrupulleikar. Dánjal Højgaard er orðstýrari

* RSP endar kvøldið við framførslu

Tað eru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, sum skipa fyri tiltakinum. Hesi eru: 
Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Starvsfelagið


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan