Tíðindi

Fakfelagsstyrkin breidd út

Við álitisfólkum okkara kring landið tryggja vit, at lærarar fáa neyðuga og neyva kunning. Leiðslur og lærarar hava eisini tann møguleika at heita á álitisfólk sum hjásitarar og millumlið í truplum støðum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

5. desember 2018

Í einum og hvørjum fakfelagi er neyðugt, at limir kenna seg hoyrdar og merkja ein tryggleika og verju um teirra arbeiði og framtíð. Tá ið á stendur, og ivamál eru, má fakfelagið traðka til og veita hjálp á allar hugsandi hættir.

Ein liður og sera umráðandi partur í okkara 120 ára gamla fakfelagi eru umboðsfólk okkara kring landið. Hesi álitisfólk gera teinin millum fakfelagið og limirnar styttri og meira gjøgnumskygdan.  

Álitisfólkaskeið

Í seinastu viku vóru øll 31 álitisfólk okkara kring landið savnað í Vágum í tveir arbeiðsdagar. Saman við nevndini, varanevndarlimum, løgfrøðingi og innbodnum fyrilestrarhaldarum styrktu tey teirra felagsbond- og felagsuppgávu og vórðu vónandi betur ílatin til teirra týðandi leiklut í skúlaverkinum.

Nógv orðaskifti varð um ymisku evnini. Álitisfólk okkara vórðu eitt nú kunnað um:

* Týðandi træðrir í arbeiðstíðaravtaluni
* Neyðuga samstarvið millum leiðslu og lærarar viðvíkjandi virksemisætlanini
* Álitisfólkini vórðu sett væl inn í - og hvussu ein kann rokna sítt egna ársverk í virksemisroknaranum
* Avtaluna millum FMR og FL um starvslæru á Námsvísindadeildini
* Mannagongd í samband við miðfirraðu játtanina og játtanina til tímar til serligan tørv
* Fyrisitingarlógina
* Førleikastovuna
* Uppgávuna sum hjásiti
* Tagnarskyldu
* Starvsfólkapolitikk
* Og onnur viðkomandi mál og øki

Álitisfólkini prátaðu saman í smærri bólkum um tær mest vanligu uppgávurnar, tey vanliga hava, og eisini um, hvør tann truplasta uppgávan er. Flestu nevndu, at kunning frá FL fyllir rímiliga nógv, men at truplasta og tyngsta uppgávan er ivaleyst leikluturin at vera hjásitari til truplar samrøður millum leiðslu og starvsfólk. Sokallað persónsmál.

Í tí sambandi var tað áhugavert at hoyra prestin, Theodor Eli D. Joensen, greiða ítøkiliga – men eisini filosofiskt frá leiklutinum sum hjásiti. Hetta elvdi til nógvar spurningar og kærkomið orðaskifti, sum vónandi hevur latið okkara álitisfólk betur í til uppgávur í skúlunum.

Álitisfólk í skúlum og skúlaøkjum kunnu upplýsa lærarar um tílík omanfyrinevnd viðurskifti. Í øllum førum ber til hjá lærarum at spyrja álitisfólk síni um møgulig ivamál. Við innihaldinum á álitisfólkadøgunum eru okkara álitisfólk vónandi betur ílatin at røkja týdningarmiklu uppgávuna.

Álitisfólkaval verður aftur í øllum skúlum og økjum í komandi vár, og tey valdu verða vald fyri tvey ár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.