Tíðindi

Fakfelagsarbeiðið stóran týdning

Í feløgunum síggja vit fólk, ið gerast sjúk av ov tungari arbeiðsbyrðu. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

25.02.2020

Fríggjadagin 21. februar vóru umsiting og nevndirnar í fakfelagssamstarvinum á einum felags degi í Smæruni. Arbeiðsumhvørvið var yvirskriftin til henda dagin, og serligur dentur varð lagdur á sálarligt arbeiðsumhvørvi og strongd.

Felags fyri feløgini er, at alt fleiri limir kenna arbeiðsuppgávuna ov tunga og við tíðini missa fótafestið og gerast strongd/ir. Í summum førum er ein sjúkraskriving og sálarfrøðilig hjálp tað, ið skal til, fyri at fáa tey sjúkuraktu frísk. Tað kemur tó fyri, at fólk gerast so álvarsliga strongd, at tey missa arbeiðsevnið og verða fyritíðarpensionerað. Hetta er kostnaðarmikið fyri samfelagið. Tað sigur seg sjálvt, at bæði sjúkraskrivingar og pensjónsgjøld yvir langa tíð eru kostnaðarmiklar.

Vit kunnu fegnast um at liva í einum samfelag, har hetta er ein møguleiki. Sum heimsins besta land eiga vit at arbeiða fyri at fyribyrgja, at fólk koma í slíka støðu.

Tá ein gerst sjúkur við strongd, er bæði kropsliga og sálarliga orkan brúkt. Í nógvum førum kennast púra vanlig gerandisting sum ein stór byrða hjá tí sjúkurakta. Tað tekur langa tíð at koma fyri seg, og í nógvum førum verður arbeiðsorkan ongantíð tann sama, sum undan sjúkuni.

Í feløgunum síggja vit fólk, ið gerast sjúk av ov tungari arbeiðsbyrðu. Hóast vit ikki hava hagtøl á økinum, so hava vit ein varhuga av, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Størsta avbjóðingin er at fáa arbeiðsgevaran at skilja, at orka og arbeiðsbyrða ikki passa saman.

Fagfelagssamtarvið umfatar: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Starvamannafelagið, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Lærarafelag. Tá vit hugsa um, hvussu fjølbroyttan arbeiðstakaraskara feløgini umboða, er tað gleðiligt, at samstarv er um tey viðurskifti, ið gagna øllum limunum.

Eitt av hesum økjum er arbeiðsumhvørvið, sálarligt arbeiðsumhvørvi og strongd. Landspolitiskt átti at verið áhugi fyri at sleppa undan útreiðslunum, sum standast av ov høgum arbeiðstrýsti. Tí hevði tað verið ein vinningur fyri øll, um arbeiðsviðurskiftini betrast soleiðis, at sleppast kann undan støðum, har fólk gerast sjúk av sínum arbeiði.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.