Tíðindi

Fólkaskúlin og fólkaræðið

Tað er neyðugt, at fólkið er virkin luttakari í fólkaræðinum og talar at. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

6. desember 2019

Nú leyvið er fallið av trøunum, og tey hava gjørt seg klár til veturin, og eg síggi langa leið ígjøgnum naknu krúnurnar, so gleðist eg um, at tað er her í Føroyum, at eg vaks upp og búgvi. Vit eiga eitt gott land, um enn tað eru øki, ið vit kunnu fara betur um. Men samfelagið er eingin sjálvfylgja, og vit mugu arbeiða miðvíst, so at okkara eftirkomarar fáa møguleikan at liva í hesum fólkaræði og einum enn betri Føroyum. Í hesum arbeiði at tryggja framtíðina er fólkaskúlin kjarnin.

Tá eg havi greitt gestum frá um Føroyar, so síggi eg virði í orðafellinum, at gløgt er gestsins eyga. Nøkur virðismikil viðurskifti í samfelagnum, sum eg havi fest meg við í hesum samrøðum, eru, at vit hava eitt lutfalsliga javnt samfelag, har gott samband er millum samfelagsløgini. Føroyingar hittast og kennast tvørtur um samfelagsbólkar, og so hava vit eina skipan, har tað er stutt leið frá einstaklinginum til politisku skipanina; tað kann vera ein styrki í okkara fólkaræði. Hetta samfelag og hesi virði eiga vit at verja.

Í fleiri parlamentum á okkara leið er fólkaræðið fyri ágangi frá einstaklingum og víðgongdum bólkum, ið vilja troka seg inn, uttan nakra virðing fyri fólkaræðisligu skipanunum. Tað er vandi fyri, at hesi fólkavaldu, ið ikki virða fólkaræði, bróta tað niður innanífrá. Vit hava ræðandi dømi um hetta í stórveldum, har valdsharrar seta allar skipanir til síðis fyri at trumfa sín vilja ígjøgnum. Tað er neyðugt, at fólkið er virkin luttakari í fólkaræðinum og talar at, tá vit møta tílíkum valdsgerðum. Fólkaskúlin hevur sum sína stóru uppgávu at búgva næmingarnar til fólkaræðið. Í skúlanum mugu næmingarnir møta øllum áskoðanum og læra at virða ymiskar hugsanir. Næmingarnir mugu kenna, hvønn týdning fólkaræðið hevur fyri samfelagið og gerast virknir luttakarar í fólkaræðinum, har tey megna at møta ymsum áskoðanum og luttaka í samfelagskjakinum.

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í 2017 var Heini í Skorini gestarøðari. Har røddi hann um broytingina í politiska kjakinum. Frá at hava verið ein orðadráttur um hugsjónir, er tað nú talan um eitt stríð um fakta. Og hvør kennir ikki hugtakið “fake news”. Í 2017 var tað bara so, at eg kendi til hugtakið, nú er tað á øllum varrum. Forsetin í sameindu statunum er ein ímynd av hugtakinum; alt ov ofta verður ivi sáddur um væl grundaða vitan, eisini her hjá okkum. Ein ræðandi gongd, ið hevur til endamáls at máa grundvøllin undan fólkaræðinum.

Veðurlagsbroytingarnar eru veruleiki og eitt gott dømi um, at grundað vitan verður álopin. Umfatandi granskingin hevur víst, at vit menniskju eiga okkara stóra part í hesum, men hóast tað verður ivi sáddur um veruleikan. Føroyar liggja mitt í havstreymunum í Norðuratlantshavi, ið ávirkar veðurlagið í øllum heiminum; tí er tað upplagt at skipa havgranskingina út frá Føroyum, at okkara skúlanæmingarnir kenna til umstøðurnar og granskingina, og at tey eru før fyri at meta um, hvørjar keldur eru álítandi og hvørjar ikki. Tað er ongantíð so týdningarmikið sum nú, at vit kunnu meta um, hvat er álítandi og ikki, tá ið fleiri hava tað sum amboð at herja á fólkaræðið við at sáa iva um alla vitan, ið kann forða teimum í teirra ferð.

Fólkaskúlin eigur at standa trygt á síni grund, men hann má skipast til samtíðina og framtíðina. Unga ættarliðið búgvast til fólkaræðið. Í skúlanum eiga næmingarnir at møta ymiskum sjónarmiðum og búnast, so at tey hava ein víðan sjónarring, so at tey kunnu virka í okkara fólkaræði. Á tann hátt kunnu vit tryggja Føroyum og okkara fólkaræði eina trygga framtíð. Um kreftir vilja troka seg framat í skúlanum at forða arbeiðinum at menna næmingarnar til fólkaræði, so mugu vit, sum varða av skúlanum, tala at.

Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2019, sum kom út mikudagin


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.