Tíðindi


Fæst fígging kann nógv gerast so náttúruvísindi verða lyft

- Vit kunnu gera nógv, sum hevði lyft fakliga stigið í náttúruvísindum í fólkaskúlanum; tað krevur bara, at vit fáa fígging til tað, sigur Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini

18. mai 2017

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur møguleika at bjóða lærarum, sum undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum í fólkaskúlanum men ikki hava náttúruvísindi á linju, styttri og longri skeið; til dømis skeið svarandi til fjórðings ársverk. Ofta er pláss á teimum ymisku linjugreinaholdunum fyri fleiri lesandi. Hóast hetta tilboð hevur staðið lærarum í fólkaskúlanum í boði í fleiri ár, so eru tó ikki nógvir, sum brúka hendan møguleikan at uppstiga seg, bara 1-2 um árið. Orsøkin er ivaleyst, at teir so verða bundnir á Námsvísindadeildini tveir dagar um vikuna.
- Tað er orku- og tíðarkrevjandi at førleikamenna teg, samstundis sum tú røkir eitt starv; tað er kanska ikki lætt at fáa niðurskurð og annan lærara settan til teir tímarnar, sum tú ikki kanst undirvísa. Vóru umstøðurnar at fáa frí ella niðurskurð betri, so ivist eg ikki í, at fleiri tóku av møguleikanum, og eftir stuttari tíð høvdu vit kunnað útbúgvið nógvar lærarar í náttúruvísindum. Tað krevur tó, at myndugleikar og avvarðandi skúli, har lærarin arbeiðir, raðfesta hetta. Vit kunnu eisini skipa styttri eftirútbúgvingarskeið í til dømis alis- og evnafrøði; var játtan til hetta, høvdu hesi skeiðini kunnað verið til dømis ein mánað. Eisini hetta hevði gjørt stóran mun hjá teimum lærarum, sum undirvísa í náttúruvísindum, men ikki hava linjulestur í lærugreinunum.
 

Lesið samrøðu við Janus Jensen í síðsta Skúlablað, sum kom úr 28. apríl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.