Tíðindi

eTwinning eigur ríkar møguleikar til skúlan

Í Føroyum eru bara fáir lærarar skrásettir í skipanini, eg vil mæla skúlafólkum til at royna skipanna. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

12.07.2018

Føroyar liggja einsamallar í Norðuratlantshavi. Men landafrøðiliga avmarkingin er eingin samstarvsavmarking í dag, nú sambandið við allan heimin á alnótini er so gott. Føroyingar samskifta dagliga við allan heimin, og føroyingar finnast í hvørjum króki. Hendan altjóðagerð setur fleiri og nýggj krøv til fólkaskúlan, men hetta gevur eisini nógvar møguleikar til lærarar at skipa sína undirvísing og viðkomandi avbjóðingar til næmingarnar.

Ein av hesum møguleiunum, ið alnótin gevur skúlunum, er eTwinning. eTwinning er ein platformur, ið er skipaður undir ES. Her eru møguleikar hjá lærarum og leiðslum í skúlum í Evropa, at samskifta, samstarva, menna verkætlanir og deila vitan sínámillum. Verkætlanirnar kunnu verða samskifti millum skúlar, altjóða skeið fyri lærarar, og at flokkar hittast. eTwinning skal góðtaka verkætlanirnar og kann veita teimum fíggjarligan stuðul.

Eg havi roynt verkætlanina ”My home place” í eTwinning við einum 9. flokki. Vit samstarvaðu við ein flokk, ið liggur norðarlaga í Finnlandi og ein í Vestre Jakobselv, ið liggur í Finnmørkini. Ætlanin við verkætlanini var, at næmingarnir lýstu sín heimstað og heimliga mentan úr fleiri sjónarhornum og fingu innlit í gerandisdagin hjá javnaldrum hinum norðurlendsku býunum.

Verkætlanin var skipað á tann hátt, at næmingarnir samskiftu bæði við brævaskifti og talgilt. Undan jólum og páskum gjørdu næmingarnir hvør sítt jólakort og páskakort til hini londini. Í kortunum var ein heilsan á egnum máli og týðing á enskum. Afturat heilsanini var ein lýsing at onkrum siði, ið vit høvdu lokalt í sambandi við høgtíðina. Næmingunum dámdu væl at sita við kortunum í hondini og fáa innlit í, hvussu siðir vóru hinum londunum. Tey bitu merki í, at vit høvdu nokkso líkar høgtíðir. Talgilda samskiftið var í eTwinning-skipanini. Næmingarnir gjørdu framløgur av sínum heimstaði í forritinum SWAY. Tá ið næmingar sleppa at hugsavna seg, so er altíð góð hjáveiða. Afturat samskiftinum í verkætlanini, so hava teir knýtt bond á sosialu miðlunum. Tey vísa mær javnan gerandismyndir frá Finnlandi og Vestre Jakobselv, ið tey hava fingið frá næmingum á SnapChat.

eTwinning-skipanin hevur fleiri ár á baki, og hon er væl grundað. Har eru ríkir møguleikar at hitta eldhugað skúlafólk. Eg eri skrásettur í skipanini og eri ein av 577.185 lærarum í 191.677 skúlum úr øllum londum í Evropa. Í Føroyum eru bara fáir lærarar skrásettir í skipanini, eg vil mæla skúlafólkum til at royna skipanna. Síðan eg kom í skipanina, havi eg fingið samband við lærarar í t.d. Spania og Kroatia. Eg ætli gjørt av at royna fleiri verkætlanir í eTwinning við okkara flokkum. Henda verkætlanin var ein samskiftisverkætlan, eg ætli eisini at royna hinar møguleikarnar, so sum netfyrilestrar fyri lærarar, lærararáðstevnur og at vitja við flokkum.

Heimaiðan hjá eTwinning: https://www.etwinning.net/en/pub/index.htm

Filmur um møguleikar í eTwinning: https://youtu.be/DEymCXSFunQ

SWAY-presentatión úr Ii: https://sway.com/grAfcuSKdg81JPji?ref=Link

SWAY-presentatión úr Tórshavn: https://sway.com/KhGqFCPyMcRh3uLh?ref=Link


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.