Tíðindi

Eru fortreytirnar ov ymiskar, fær eingin nakað burturúr

Tá ið talan er fortreytirnar hjá teimum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, so mugu vit leggja upp fyri, at tær eru ógvuliga samansettar. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

17.01.2022

Fyri nøkrum árum síðan høvdu næmingar, sum annaðhvørt høvdu búð uttanlands ella vóru tilflytarar, rætt til at fáa játtað 20 tímar í undirvísing í føroyskum; stórur partur av hesum næmingum høvdu tilknýti til Føroyar og skiltu føroyskt, men teimum vantaðu vanliga førleikar at skriva føroyskt og at koma heilt á lagið at tosa føroyskt. Tímarnir vóru játtaðir til næmingarnar einsæris. Hetta er nú broytt til, at skúlar fáa játtaðar tímar til bólkar av næmingum. Tað er óheppið, heldur Jacob Eli S. Olsen, tí tað er ikki altíð besta loysnin at seta næmingarnar saman í bólkar.

- Er talan um ein næming í triðja, sum einki føroyskt skilir, og ein næming í sætta, sum skilir eitt sindur av føroyskum, men ikki megnar at samskifta skrivliga á føroyskum, so sigur tað seg sjálvt, at tað ikki er skynsamt at hava eina og somu undirvísing fyri hesum báðum. Eru fortreytirnar ov ymiskar, fáa hesi ov lítið burturúr. Gamla skipanin legði upp fyri, at hvør einstakur fekk undirvísing sambært tørvinum, hann hevði. Nýggja skipanin er ivaleyst komin í lag, tí talið á næmingum er vaksið so nógv, men fyri tað mugu vit ikki gloyma, at hesir næmingarnir hava ógvuliga ymiskar fortreytir, ið krevur serstaka undirvísing. Í øllum førum kunnu vit siga, at næmingarnir fáa væl minni burturúr við hesi skipanini, nú næmingarnir mugu deila lærarar ímillum sín.

Tað er avgjørt skynsamt at seta næmingar, sum hava nøkulunda somu fortreytir í bólk, tí næmingar kunnu læra nógv av at vera saman, men tá ið talan er um næmingar, sum flyta til landið og sum í høvuðsheitum hava ógvuliga ymiskar fortreytir, so er tað ikki altíð skynsamt, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tá ið talan er um fortreytirnar hjá teimum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, so mugu vit leggja upp fyri, at tær eru ógvuliga samansettar. Næmingar, sum koma úr sama landi, kunnu eisini hava ymiskar fortreytir; onkur teirra skilir enskt, onkur annar ikki. Tí kunnu vit ikki bara síggja burtur frá at hyggja at fortreytunum og so seta næmingar saman í bólk. Tað mugu vera fakligar grundgevingar fyri at seta næmingarnar saman í bólk, og ikki fíggjarligar.

Les alla samrøðuna við Jacob Eli S. Olsen í Skúlablað nr 6, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.