Tíðindi

Ert tú troytt, ert tú í størri vanda fyri at verða happað

Starvsfólk, sum eru troytt, siga seg oftari vera happað á arbeiðsplássinum enn tey, sum eru úthvíld og væl uppløgd. Tað er umráðandi, at leiðslur hava mannagongdir at fyribyrgja tvístøðum og happing, sigur norskur granskari

16.09.2022

Strongd og trupulleikar á arbeiðsplássinum kunnu føra til, at tú svevur verri, og fert tú troytt til arbeiðis, kann tað hava við sær, at hugsavningarevnini gerast verri, og at tú megnar verri at útinna tínar uppgávur. Tað kann aftur hava við sær, at starvsfelagar tínir ógvast við og gerast irriteraðir. Møði og tvístøður við starvsfelagar kunnu gera ilt verri og gerast ein ónd ringrás. Nú hava granskarar við Universitetið í Linköping í Svøríki hugt nærri at, hvussu hetta hongur saman. Granskarar við STAMI í Noregi hava verið partur í kanningini eisini.

Happing og svøvntrupulleikar kannað

Í eini spurnakanning hava nærum 2000 svenskir arbeiðstakarar svarað nøkrum spurningum um, hvussu væl ella illa uppløgd tey eru, tá ið tey eru til arbeiðis. Og um tey hava verið fyri happing, har starvsfelagi ella stjóri hava happað. Í útgangsstøðinum er tað upplagt at hugsa, at tú kanst fáa trupulleikar av at sova, um tú verður happað, men granskararnir komu tó eftir einum úrsliti, sum kom óvart á teir.

Møði økir vandan fyri happing

Tað sær nevniliga út til, at møðin kemur fyrst. Ert tú troytt til arbeiðis, er størri vandi fyri at kenna teg at verða happað.

– Tey, sum vóru troytt, søgdu frá tíðarskeiðum við happing á arbeiðsplássinum, sigur Morten Birkeland Nielsen.

Hann er professari í sálarfrøði og granskar við STAMI, Statens arbeidsmiljøinstitutt.

Granskarin heldur, at nógvar orsøkir kunnu vera.

Gitingar og misskiljingar

Tá tú er troytt, ávirkar tað evnini hjá tær at gera títt arbeiði. Hugsavnanin verður verri, og tað kann gerast verri at útinna tað, tú skalt til arbeiðis.

– Tað kann aftur hava við sær, at tvístøðurnar á arbeiðsplássinum gerast fleiri og ógvisligari, sigur Nielsen til forskning.no.

Tað kann vera, at starvsfelagarnir ikki halda, at troytti starvsfelagin ger arbeiði sítt nóg gott, sum aftur kann føra til gitingar.

– Men tað kann eisini vera, at troytt arbeiðsfólk hava minni tol. Hann ella hon kann misskilja eitthvørt og lættari misfata tekn, sigur Nielsen.

Happing broytist við tíðini

Granskararnir funnu út av hesum við at hyggja at broytingum hjá somu persónum yvir eitt tíðarskeið. Teir sóu ikki sama samanhang í dátunum á annan hátt.

– Happing orsakað av møði kemur oftari fyri, sigur Nielsen.

Happing er fyribrigdi, sum broytist við tíðini, sigur granskarin.

Mest útsett

At larmur og dálking á arbeiðsplássinum kann føra til verri heilsu, hava granskarar vitað leingi, men ein onnur norsk kanning frá Universitetinum í Stavanger vísti í 2020 á fleiri svar um, hvør er fyri størsta vanda. Kanningin vísti, at kvinnur, sum ikki hava høga útbúgving, og tær, sum arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eru í størri vanda at fáa trupulleikar við heilsuni og verða sjúkraskrivaðar. Og hægri krøv til arbeiðið er neyðturviliga ikki av tí ónda.

– Men starvsfólk við høgum krøvum til arbeiðið og lítlari ávirkan á arbeiðsdagin kunnu vera útsett, sigur Randi Wågø Aas við Universitetið í Stavanger.

Starvsfólk eiga at hava tamarhald og stýring á egna arbeiðsdegnum í so stóran mun sum til ber, heldur hon.

– Starvsfólk við høgum arbeiðskrøvum kunnu koma í eina keðiliga støðu, um møguleikar teirra at taka avgerðir minka ella verða tiknir frá teimum, sigur Aas.

Trupult arbeiðsumhvørvi

Starvsfólk, sum tørvar orku at gera tað, tey skulu og sum verður væntað av teimum, kunnu lættliga kenna seg illa uppløgd og troytt.

– Nógv snýr seg um skipan av arbeiðinum og at stuðulin, tú fært, undirstrikar Morten B. Nielsen við STAMI.

Granskararnir halda, at hesi viðurskiftini hanga saman.

Vánaligt arbeiðsumhvørvi kann útlúgva starvsfólk, sum aftur kann hava við sær verri viðurskifti millum starvsfelagar.

Flyta yvir

Granskararnir kunnu ikki siga, um summar vinnur eru verri enn aðrar, tá ið talan er um møði millum starvsfólk. Tá ið talan er um happing, vísa norsk tøl tó, at starvsfólk í barnagørðum, byggivinnuni og tænastuvinnuni eru í størri vanda enn fólk í øðrum vinnum.

Mannagongdir

Granskararnir hava kannað, hvat arbeiðspláss gera við tvístøður, sum hava ávirkan á troytt starvsfólk og happing á arbeiðsplássinum.

– Leiðarar á arbeiðsplássum eiga at vera tilvitaðir um hesi viðurskiftini og at hava mannagongdir og virkisætlanir, tá ið talan er um tvístøður og happing. Teir mugu vera týðiligir. Tvístøður í sjálvum sær nýtast ikki at vera negativar, men leiðarar eiga at hava mannagongdir, leiðreglur og amboð at basa og tálma tvístøður millum starvsfólk, so sum happing, sigur Nielsen.

Ber til at fyribyrgja

Granskarar vita frá eldri gransking, at starvsfólk, sum verða happað, leita eftir nýggjum arbeiði.

– At flyta arbeiðspláss kostar nógv. Nógv, sum verða happað, eru harafturat í vanda fyri at vera sjúkraskrivað í langa tíð og í ringasta føri at fara av arbeiðsmarknaðinum, ávarar Nielsen.

Nógv sløg av happing

Happing merkir, at tú ert fyri keðiligum gerðum aftur og aftur í eitt tíðarskeið. Tann, sum er fyri happing, er ikki í valdsjavnvág við tann, sum fremur happingina. Tað ger tað verri at verja seg ímóti tí, sum verður gjørt og sagt.

Happing kann vera álop í orðum, at onkur tosar ilt um teg, ella at tú verður útihýstur úr sosiala felagsskapinum. Tað kunnu eisini vera gerðir, ið eru miðaðar eftir arbeiðinum, sum at verða sett at gera eitthvørt, tú ert ov væl skikkað at gera, ella at upplýsingar, tú eigur at fáa og sum eru neyðugir fyri uppgávuna, tú hevur, ikki verða latnir tær.

Happing fer eisini fram talgilt við at tú kanst verða útihýst úr samskiftispallum, ikki verða boðin til fundir, sum fara fram á netinum ella at gjøldur verður gjørdur burtur úr tær í sosialum miðlum.

(kelda: STAMI)

3,5 prosent happað á arbeiðsplássinum

Í Noregi siga 3,5 prosent av tøku arbeiðsmegini seg at vera fyri happing í minsta lagi eina ferð um mánaðin á arbeiðsplássinum. Tað er 90.000 fólk.

2,4 prosent verða happað av starvsfelagum, meðan 1,9 prosent verða happað av leiðarum. Summi eru fyri happing frá bæði starvsfelagum og leiðara. Her er tað serliga fólk í tænastuvinnuni, byggivinnuni og barnagørðum, ið eru ringast fyri.

(kelda: Faktabok for arbeidsmiljø og helse 2021)

1.800 starvsfólk spurd

Granskararnir hava í kanningini sett eina rúgvu av spurningum til fólk úr ymsum vinnugreinum. Fólkini eru spurd í tveimum umførum við hálvum øðrum ári ímillum. Fyrru ferð góð 1800 fólk, seinnu ferð góð 1000 fólk.

(kelda: Morten B. Nielsen, STAMI)

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.