Tíðindi


- Er tað ikki tær, tað er galið við?

Danski sosiologurin og granskarin, Rasmus Willig, greiddi í fyrilestri frá sínum granskingarúrslitum sum vísa, at samfelagið er farið heilt av kós, tá tað snýr seg um at tola kritikk. Í staðin fyri at taka kritikkin sum ein part av menningini, verður hann í staðin vendur aftur móti tí, sum hevur sent hann. Og tað er hvørki gagnligt ella mennandi

17. mai 2017

- Lesið tær 20 síðurnar við dømum um svar upp á kritikk. Tá tit hava gjørt tað, fara tit at kenna tykkum illa við í eina tíð, og eg meini veruliga illa, tí tað sum har stendur, vísir, hvussu illa stendur til. Men tá ein tíð er farin, fer aftur at ganga framá.

Soleiðis endaði sosiologurin og granskarin, Rasmus Willig, sín fyrilestur á tiltakinum hjá Fakfelagssamstarvinum fyri álitisfólkum og leiðarum, sum varð hildið á Hotel Føroyum seinasta mikudag.

Hesi seinastu nógvu árini hevur hann granskað í evninum, og niðurstøðan hann er komin til er lítið hugaligur lesnaður. Tí heldur enn at brúka kritikk sum eitt konstruktivt íkast í einari tilgongd, eru vit sum samfelag í dag komin hartil, at vit ikki tola kritikk. Vit duga heilt einfalt ikki at brúka hann.

- So tá fólk – av einari ella aðrari orsøk – hava eina kritiska viðmerking til eitthvørt, so verður kritikkurin vendur móti persóninum sjálvum, og sum dømini í bókini vísa á, helst eisini við einum persónligum undirtóna, vendur móti persóninum sjálvum. Tað er jú heilt galið, greiddi Rasmus Willig áhoyrarunum frá.

Fyrilesturin hjá sosiologinum byggir á granskingararbeiðið, sum hann hevur gjørt seinastu sjey árini áðrenn nýggjasta bók hansara, sum á donskum ber heitið “Afvæbnet kritik”, kom á marknaðin.

Í hesi bókini lýsir hann, hvussu nýmótans almenn arbeiðspláss í dag reagera uppá kritikk. Tað verður m.a. gjørt við svarum, sum hann hevur fingið frá teimum fólkum, sum hann hevur hildið fyrilestur fyri.

Tá hann hevur verið úti og hildið fyrilestur fyri eitt nú lærarum, sjúkrarøktarfrøðingum, pedagogum, sosialráðgevarum og løgreglufólki, hevur hann sett tey saman í bólkar og biðið tey lýsa við egnum orðum, hvat hendir, tá onkur hevur havt eina kritiska viðmerking.

Íalt hevur hann fingið svar frá umleið 1.400 respondentum, og tey vísa rættiliga týðiliga, at tað ikki er lætt at vera kritiskur í dag.

Granskarin ivast ikki, hvør skal hava skyldina av gongdini. Tað er tann neoliberalistiski hugsunarhátturin, sum gjøgnumsúrgar okkara samfelag.

Í samrøðu við Kristeligt Dagblad í fjør segði Rasmus Willig, at neoliberalistiska tankagongdin ikki bara hevur teoretiska ávirkan á okkara samfelag. Hon hevur beinleiðis ávirkan á donsk arbeiðspláss.

- Tað er javnan, at námsfrøðingar ávara um, at tey hava ikki stundir at skifta blæu á børnunum, og lærarar ávara um, at tey hava ikki stundir til fyrireiking ella tá sjúkrarøktarfrøðingar siga, at tey ikki kunnu standa inni fyri røktini tey geva sjúklingunum, segði Willig við Kristelig Dagblad.

Hetta endurtók hann í fyrilestrinum á Hotel Føroyum, har hann eisini vísti á, at neoliberalisman hevur lítið at gera við politisku liberalismuna, sum byggir á frían marknað av menniskjaligum virðum og talufrælsi.

Hann fer so langt sum at seta spurnartekn við, um neoliberalistiska samfelagsrákið í roynd og veru brýtur ásetingarnar í grundlógini um sensur.

- Kritikkurin verður kvaldur, neutraliseraður ella sendur aftur har hann kom frá, endurtekur granskarin, tá vit sessast í forhøllini á hotellinum at draga saman um fyrilesturin – og evnið í heila tikið.

Taka vit í tann seinasta partin, so er einki sum skjótt og lætt fær kritiskar røddir at tagna sum at venda kritikkinum móti persóninum sjálvum. Og tað verður brúkt í størri og størri mun, vísir hann á.

- Fólk skulu hava loyvi til at koma við viðmerkingum uttan at tey skulu vera sett í bás sum grenj. Men tað vera tey, og ofta við einari viðmerking um, at fólk í øðrum deildum hava lætt við at taka við broytingunum. Tað vil siga, at so má tað vera tær, tað er galið við. Hetta fær fólk at tiga, tí tey tíma ikki at vera spilt út, sigur Rasmus Willig.

Neoliberalisman og tankagongdin um kappingarstatin er vorðin ein autoritetur, sum eingin kann siga nakað um, og tey sum ikki taka undir við tí, eru ímóti.
Tað er ein trupulleiki, sum nakað skal gerast við.

- Í dag skulu starvsfólkini vera sterk og til reiðar at taka við broytingum – og ikki tola kritikk. Tað hevur við sær, at vit leggja bond á okkum sjálvi. At vit sensurera okkum sjálvi, tí vit kenna avleiðingarnar, um vit siga eitt ella annað um møguligar broytingar á okkara arbeiðsplássi. Og ístaðin fyri at koma við konstruktivum og uppbyggjandi kritikki, velja vit heldur at tiga, hóast vit vita, at arbeiðsplássið missir við tí, sigur Rasmus Willig.

Sveinur Tróndarson, journalistur

 

 


 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.