Tíðindi

Er lærarin eldhugaður, eru næmingarnir tað eisini

- Betur tey eru fyrireikað, betur kunnu tey brúka upplivingina í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr, sigur Rannvá Káradóttir, samskipari í Listaleypinum.

12. mars 2019

Á tíggjunda ári hava næmingar í fólkaskúlanum høvi at fáa dygdargóðar, listaligar upplivingar í skúlanum gjøgnum Listaleypin. Listaleypurin er ein verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið eru saman um. Listaleypurin er mentur øll árini, síðan hann varð settur á stovn í 2008, og hann heldur á at mennast.

Summir skúlar leggja nógv fyri og fyrireika seg væl til at fáa vitjan av Listaleypinum, meðan aðrir fyrireika seg minni og onkur lítið. Betur fyrireikaðir næmingarnir eru, meiri áhugaðir eru teir, sigur Rannvá Káradóttir, samskipari á Listaleypinum.

- Vanliga eru næmingarnir ógvuliga áhugaðir, tá ið vit eru á vitjan. Tað er sjón fyri søgn, at er lærarin eldhugaður, eru næmingarnir tað eisini; tú sært alt fyri eitt á næmingunum, hvussu spentir teir eru. Sjálvsagt er hugaligari og stuttligari at vitja ein skúla, har tey hava fyrireikað seg væl, tí tá taka bæði næmingar og lærari betur ímóti teirri listaligu upplivingini, sum vit koma við. Betur tey eru fyrireikað, betur kunnu tey brúka upplivingina í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr. Tað vil so vera, at ikki allir lærarar kenna til listina, vit koma við, og tí kann tað vera ein avbjóðing at fyrireika seg; men tey flestu listafólkini hava tilfar, soleiðis at lærararnir kunnu fyrireika seg og næmingar sínar. At vera fyrireikað at fáa vitjan skal ikki undirmetast; tað krevur, at lærarin hevur sett seg inn í, hvat verkætlanin snýr seg um, og at hann er til staðar, meðan vitjanin fer fram.

Hetta skúlaárið eru verkætlanirnar í Listaleypinum 14 í tali úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki, Hollandi og Kekkia. Í ár vóru ikki færri enn 100 verkætlanir at velja ímillum. Úrvalsnevndin miðjar ímóti at fáa eitt breitt úrval av listagreinum og at umboða alla list, bara dygdin á listini er góð.

Endamálið við Listaleypinum er, at næmingar kring alt landið fáa eina fjølbroytta og dygdargóða listaliga uppliving innan so nógvar listagreinir sum til ber, bæði frá føroyskum og útlendskum listafólkum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018 og um Listaleypin á https://www.listaleypurin.fo/varid-2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.