Tíðindi

Ensku hetjurnar hjá børnum eiga at verða týddar til føroyskt

Børn taka hetjurnar og fyrimyndirnar úr filmum við inn í spælið á enskum ella donskum; tað hoyrist ógvuliga týðiliga í málinum hjá børnum.

18.06.2018

Kendu Disney-filmarnir, sum fara sum steppueldur um allan heim, hava ógvuliga stóra ávirkan á málið hjá børnum. Aðrastaðni verða filmarnir tillagaðir, týddir og teir fáa undirtekst, men ikki í Føroyum. Eyð Steinbjørnsdóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini, heldur, at vit eiga at umhugsa at føroyska hesar filmarnar.

- Øll onnur lond týða og tillaga, so hví ikki vit? Hvussu hevði tað ikki verið, um okkara børn kundu sæð Frozen við føroyskari talu og føroyskum sangi? Børn taka hetjurnar og fyrimyndirnar úr hesum filmum við inn í spælið á enskum ella donskum; tað hoyrist ógvuliga týðiliga í málinum hjá børnum. Tillagaðu vit filmarnar til føroyskt, so hevði tað verið tað føroyska, sum børnini tóku til sín.

At týða og tillaga Disney-filmar til føroyskt, at framleiða hópin av talgildum tilfari til børn á føroyskum og at raðfesta sendingar á føroyskum til børn í øllum aldri í Kringvarpinum kostar nógvar pengar; spurd um hetta ikki er ein ímøgulig uppgáva, svarar Eyð Steinbjørnsdóttir, at tað snýr seg um at raðfesta okkara mál.

- Hvat tað kostar at vera við, tá ið tað ræður um at hava nóg mikið og gott tilfar tilfar til børn, eisini talgilt, veit eg ikki; tað er so skjótt at sláa seg til tols við, at tað kostar nógv og so einki gera. Tað er eingin ivi um, at tað hevur týdning fyri børn at síggja upprunaføroyskt tilfar, tað vita øll, sum hava spælt leik fyri børnum. Tað setir hugflogið hjá børnum í gongd, og tú hoyrir tey taka tað, sum tey hava sæð, upp í spæli og práti leingi eftir. Hetta snýr seg á ongan hátt um at útihýsa útlendskt tilfar ella onnur mál; hetta snýr seg um okkara samleika, mentan og mál, og missa vit tað, hava vit mist alt.

Eyð Steinbjørnsdóttir er sannførd um, at tilvitið um týdningin at raðfesta okkara mál er ikki nóg gott.

- Fólk gera sær ikki far um, hvussu álvarslig støðan er; vit vita væl, at børn sita ov nógv við einum skíggja og hyggja at enskum tilfari, vit vita, at tað hevur týdning at lesa føroyskt tilfar, og vit hoyra, at serfrøðingar ávara um vantandi orðfeingi, men onkursvegna sýnist tað sum um, at fólk ikki vita, hvussu ovurhonds stór ávirkanin úr enskum er, og hvørjar avleiðingar hon hevur. Tað er í fínasta lagi at læra og duga onnur mál, men tú mást fyrst og fremst læra og duga móðurmálið væl og virðiliga. Orðfeingið í føroyskum má vera gott, áðrenn tú fert í holt við onnur mál; umframt mást tú hava vitan um verðina í nærumhvørvinum, áðrenn tú byggir upp á hana við vitan uttaneftir.

Eyð Steinbjørnsdóttir er í holt við MA-ritgerð á Føroyamálsdeildini, har hon kannar, hvussu tað ávirkar málið hjá børnum, at tey fáa nógv íkast á øðrum máli enn føroyskum, frá tí tey eru pinkubørn. Les samrøðu við hana í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Les samrøðuna við Eyð Steinbjørnsdóttur í seinasta Skúlablað.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.