Tíðindi

Eldhugaðir næmingar læra meiri og eru betur nøgdir við lívið

Næmingar, sum eru motiveraðir at læra, læra meiri, men summir keða seg so nógv, at stór sannlíkindi eru fyri, at teir gevast í skúlanum. Hvat er í roynd og veru motiverandi undirvísing, og hvat er umráðandi at hugsa um í tí sambandi?

15.01.2021

– Eldhugi snýr seg neyðturviliga ikki um at hava tað stuttligt, sigur Oddny Judith Solheim, professari við Lesisentrið á Universitetinum í Stavanger í Noregi, stytt UiS. Tað at vera eldhugaður snýr seg um at vera virkin í lærustøðunum, tú ert í – saman við hinum næmingunum og læraranum.

– Soleiðis, at tú røkkur málunum, tú hevur sett tær.

Allir lærarar kenna óivað til tað magiska, sum hendir, tá ið næmingar veruliga verða vaktir av undirvísingini. Men at skapa eldhugaða undirvísing er ikki so einfalt, sum tað kanska ljóðar.

Hvat kann ein lærari, sum sær, at næmingar missa hugin at læra, gera?

Nina Simonsen hevur – sum so mangir aðrir lærarar – upplivað hetta. Hon er lærari við Tekniska skúlan í Stavanger, sum er ein yrkisrættaður miðnámsskúli.

– Mínar royndir eru, at tá ið skúlaárið byrjar, eru næmingarnir hugaðir og eldhugaðir, men tá ið tað vísir seg, at fakið er trupult at læra, og at teir ikki megna at hanga í, so missa teir motivatiónina at læra og ganga í skúla.

– Hetta er keðiligt, og eg vil vita meiri um, hvat tað er sum hendir, sigur hon. Hon hevur í serritgerð síni skrivað um keðsemi og skúlaumhvørvi.

– Eiga at gera undirvísingina viðkomandi

At meiri enn 50 prosent av næmingunum á miðnámi keða seg, heldur Simonsen er eitt tekn um, sum fleiri ikki halda skúlin kennist nóg viðkomandi. Tí er orðið ”viðkomandi” eitt lyklaorð fyri at hugbinda næmingar, heldur hon. Í serritgerð síni hevur hon hugt nærri at, hvørji viðurskifti í skúlaumhvørvinum hava ávirkan á keðsemi beinleiðis ella óbeinleiðis.

Niðurstøðan í kanningini er, at skulu vit sleppa undan keðsemi, skal undirvísingin kennast viðkomandi.

– Tí hevur tað týdning, at lærarar arbeiða fyri at gera undirvísingina viðkomandi, sigur hun.

Fýra góð ráð at fyribyrgja keðsemi

Er lærarin kensluliga stuðlandi í undirvísingarstøðuni og skúlanum sum heild, kann tað forða keðsemi. Júst hetta vísir seg at hava størst týdning, skulu vit forða, at næmingar keða seg í skúlanum. Onnur viðurskifti, sum eisini hava stóran týdning, eru, at næmingar hava ávirkan á tað, sum teir skulu læra. Góð ráð til læraran at forða keðsemi eru tí:

Arbeið til frama fyri at hava góð viðurskifti við næmingar tínar
Stuðla næmingum tínum  
Ver sensitivur í sambandinum við einstaka næmingin
Lat næmingarnar hava ávirkan á tað, hann skal læra

Stórt fráfall

At eldhugin minkar so líðandi, so hvørt skúlagongdin líður, er vanligt og kent. Nógv gransking hevur víst á tað, sigur Oddny Judith Solheim. Henda minkingin er størst í skiftinum beint eftir vanliga fólkaskúlan, og beint áðrenn, at næmingurin fer á miðnám ella undir aðrar ungdómsútbúgvingar. Flestu kanningar vísa á, at tað serliga eru dreingirnir, ið missa hugin til skúlan.

– Tað eru helst fleiri viðurskifti, ið gera seg galdandi, men størsta avbjóðingin, sum næmingarnir sjálvir greiða frá, er, at teir halda, at skúlin ikki er nóg viðkomandi. Teir duga ikki at síggja meiningina at halda fram í skúlanum, sigur Solheim.

– Harumframt ger tað seg galdandi, at teir næmingar, sum stríðast í skúlanum og sum eru fyri nógvum niðurløgum, eru meiri útsettir fyri at missa hugin til skúlan.

Eldhugaðir næmingar læra mest

Professarin sigur frá, at orsøkin til, at granskarar um allan heim granska so nógv í fyribrigdinum at vera motiveraður at ganga í skúla, er, at fyrimunirnir av at vera eldhugaður at læra eru so nógvir.

– Eldhugaðir næmingar fáa mangan betri úrslit í skúlanum, og teir hava størri orku at halda á. Tað eru minni sannlíkindi fyri, at teir fella frá ella gevast í skúlanum, tí eldhugin er størri.

– Sum heild er títtleikin av tunglyndi minni, og eldhugaðir næmingar eru sum heild betur nøgdir við lívið, sigur Solheim.

Tað øvuta – ikki at vera eldhugaður – hongur saman við ikki at halda á í eini undirvísingarstøðu, og at næmingar eru óvirknir. Hesir næmingar brúka eisini meiri grunnar læristrategiir, sum aftur hevur við sær, at teir læra minni.

– Trupulleikin við tí, er, at næmingar ikki gagnnýta sínar møguleikar til fulnar, men eisini í lívinum eftir skúlan eru teir verri fyri at møta avbjóðingum og lívinum sum heild, sigur hon.

Næmingar, sum trívast, læra meiri

Sambært Kjersti B. Tharaldsen, granskara, er eisini týdningarmikið at hugsa um trivnaðin í hesum sambandi. Fyri at næmingar skulu kunna læra, mugu teir trívast í skúlanum og hava tað gott.

– Tað hevur týdning at hugsa tað fakliga og sosiala saman, umframt at síggja nyttuvirðið í tí, sum næmingurin skal læra, sigur hon. Næmingurin má skilja meiningina við tí, hann skal læra, og hví tað hevur týdning at læra tað. Tí má lærarin leggja seg eftir at skapa eldhuga – bæði við einstaka næminginum í huga og í undirvísingarstøðuni sum heild.

– Vit vita, at nógvir næmingar eru strongdir, tá ið talan er um at avrika og væntanir, ið øll hava til viðkomandi. Nógvir kenna einsemi í skúlagerandisdegnum. Fáir biðja um hjálp, hóast teimum tørvar tað.

– Tí hevur tað týdning at arbeiða til frama fyri eini góðari skúlamentan, sum leggur upp fyri hesum viðurskiftum, fram um hugsanini um, at tú alla tíðina skalt avrika og verða samanborin við aðrar næmingar – og at vit hugsa um skúlaumhvørvið sum heild. 

Kelda: forskning.no

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.