Tíðindi

Eitt gott stig á leiðini at menna skúlan

Okkara skúlaverk fær ikki nóg stórt gagn av, at vit hava fingið útbúgvið fólk í námsfrøðiligari leiðslu, um vit ikki samstundis geva skúlaleiðarunum tíð til leiðslu. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

09.07.2020

Í februar fingu 28 lærarar og skúlaleiðarar prógv í námsfrøðiligari leiðslu. Hetta er fyrstu ferð, at Námsvísindadeildin hevur staðið fyri útbúgving av hesum slag. At námsfrøðilig leiðsla nú er vorðin ein týðiligari partur í fólkaskúlanum, ger tað meiri átrokandi at skipa umstøðurnar soleiðis, at skúlaleiðarar fáa tíð til henda týdningarmikla partin. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Long tíð er gingin, síðan arbeiðstíðin hjá skúlaleiðarunum varð endurskoðað og tillagað. Hesa tíðina er umsitingararbeiðið vaksið nógv, og tíðin, sum fer til henda partin, fer av tíðini, kundi verið brúkt til námsfrøði og starvsfólkarøkt. Tað sæst serliga í skúlunum, sum eru smáir og miðalstórir. Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið hava gjørt vart við henda trupulleikan og gjørt uppskot til nýggjan leist, men enn hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Nú er enn eitt gylt høvi at finna eina tíðarhóskandi skipan.

Játtanin til leiðslutíðina fylgir eini áseting, sum er í stigum. Fleiri næmingar eru í skúlanum, fleiri tímar verða játtaðir skúlanum til leiðslu. Ein avbjóðing í hesum háttinum at játta tímar er, at skúlar, hvørs næmingatal liggur tætt at einum marki millum stigini, eru í eini støðu, har teir ár um ár kunnu missa rættiliga fitt tal av tímum.

- Tað er sjálvandi í lagi, at leiðslutímarnir eru bundnir at støddini á skúlanum, men skipanin má leggja upp fyri fleiri parametrum enn bara næmingatalinum. Ein trupulleiki við verandi játtanarleisti er, at tá ið næmingatalið fer upp ella niður, so ger tað umstøðurnar í skúlunum, sum hava eitt næmingatal tætt at einum marki, rættiliga óstøðugar og ótryggar. Tað eru t.d. 400 tímar á muni í leiðslutíð í skúlum við 199 næmingum samanborið við 201 næmingi; hesum kenna fleiri skúlar sviðan av, tí teir støðugt liggja á markinum og t.d. eitt ár hava beint yvir 200 næmingar og árið eftir hava beint undir 200 næmingar. Í onkrum skúla hevur hetta ávirkað so, at bara ein næmingur færri í skúlanum hevur við sær eina lækking upp á 400 ella 667 tímar til leiðslu og arbeiði í skúlanum frá ári til ár; tað sigur seg sjálvt, at tað órógvar og er heilt burturvið. Nú fleiri skúlaleiðarar hava útbúgvið seg í námsfrøðiligari leiðslu, er enn størri tørvur á at fáa eina nýggja skipan fyri, hvussu skúlar fáa tillutað tíð til leiðslu. Tíðan er farin frá at tosa um tillagingar og ábøtur. Vit vita, at skúlaleiðslur ikka hava stundir at reka skúlan, hvørki námsfrøðiliga ella fyrisitingarliga, tá ið vita hugsa um, hvat dagsins krøv og vitan seta til uppgávuna.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2020, sum er serblað um námsfrøðiliga leiðslu

Síðan henda greinin var skrivað og prentað í Skúlablaðnum, hevur Føroya Lærarafelag samráðst við Undirvísingarstýrið um leiðslutíðina; avtalan er nú, at skúlar ikki missa leiðslutíð bara av einum næmingi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.