Stabbamynd greinar

Einki samband millum næminga- og læraratal

Myndin vísir lutfallið millum næmingatal og fulltíðarstørv í fólkaskúlanum. Tølini eru tikin úr fíggjarlógunum seinnu árini.

18.12.2018

Á myndini sæst, at næmingatalið minkar ógvusliga fram til 2010. Í 2002 gingu 7610 næmingar í fólkaskúlanum, í 2010 var talið 6865. Sama tíðarskeiðið vaks læraratalið í fólkaskúlanum úr 655 til 769 fulltíðarstørv. Her er sostatt einki beinleiðis samband millum næmingatal og læraratal.

Í tíðarskeiðnum 2010 til 2018 stendur næmingatalið at kalla í stað, men serliga frá 2010 til 2014 minkar læraratalið munandi. Frá 769 lærarum í 2010 til 690 í 2014. Síðan er læraratalið kvinkað spakuliga uppeftir til 721 í 2018, men framvegis eru um hálvthundrað lærarar færri í fólkaskúlanum í dag enn tey vóru í 2010. Um somu tíð eru fleiri uppgávur komnar inn í fólkaskúlan sum serútbúnir lærarar røkja, t.d. lesivegleiðarar, AKT-lærarar, orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar, umframt at verandi serlærarar eru settir sum leiðarar í førleikastovunum. Leysliga mett svara hesi serøkini til eini 25 størv í fólkaskúlanum.

Samanumtikið kann sigast, at tað er einki samband millum næminga- og læraratal, og hóast fólkaskúlin er blivin alt meira fjøltáttaður, sæst hetta heldur ikki aftur í tølunum.

Nakni sannleikin er, at tað er fíggjarlógin og ikki skúlapolitikkur, sum myndar fólkaskúlan. Tað er vert at hava í huga, nú ætlanir eru um at lækka bæði undirvísingartímatal og skúladagatal. Er hetta námsfrøðiliga grundað, ella er hetta enn ein roynd at fáa fólkaskúlan at passa í einar alt ov lítlar skógvar?


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.