Tíðindi

Eingin følir mein í annans bein

Tað er so sera trupult at hjálpa næmingum, sum eru talblindir, tá man ikki hevur nakrastaðni at venda sær. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22.05.2019

Í síðstuni hevur nógv verið frammi um teir næmingar, ið hava trupult við at lesa. Hvussu fanga vit hesar næmingar nóg tíðliga, og hvussu kunnu vit hjálpa sum best. Tað er tó alt ov sjáldan, at eg hoyri nakað um teir næmingar, ið hava trupult við at rokna. Tey, sum vit kenna sum tey, ið hava dyskalkuli/talblindni.

Á ráðstevnuni “Saman flyta vit fjøll”, ið júst er farin aftur um bak, greiddi Mads Johan Øgaard, myndprýðari og animatorur úr Noregi, frá síni skúlagongd. Eini skúlagongd, ið var merkt av, at hann bæði er orðblindur og talblindur. Hetta er sjálvandi trupult, men eg lurtaði eyka væl, tá hann tosaði um at vera talblindur. Hetta er eitt forsømt øki her hjá okkum. Fyri mær sýnist tað, sum at talblindni er har, orðblindni var fyri fleiri árum síðan. Fyrst var tað okkurt, ið æt orðblindni, so var onki, ið æt so, nú er tað viðurkent, at næmingar hava orðblindni og kunnu fáa hjálp.  

At vera talblindur er sera trupult, serliga tí tann, ið stríðist við hesum trupulleikanum, hevur ikki sans fyri tíð. Alt í okkara samfelag er knýtt at tveimum viðurskiftum, at vit lesa, og at vit megna at fyrihalda okkum til tíð.

Mads Johan Øgaard greiddi frá, hvussu hann hevði verið noyddur at taka tíð av øllum, sum hann ger, fyri síðan at krøkja tað til okkurt visuelt, tí har var hann sterkur. At hugsa sær ikki at vita, hvussu leingi tað tekur at ganga heimanífrá og til bussin, ella ikki at vita, hvussu langa tíð tað tekur at busta tenn.

Hann nevndi, at hann hevði havt fleiri góðar lærarar, men tíverri eisini fleiri, ið ikki tóku hansara støðu í álvara. Tað kundi t.d. vera, at hann ikki var førur fyri at skriva notatir og tí mátti tekna tær í staðin. Hetta fekk hann ikki altíð loyvi til. Av somu orsøk fekk hann ikki ognað sær ta vitan, ið hann søkti sær.

At hoyra ein ungan mann greiða frá, hvussu hann megnar lívið, hóast stórar avbjóðingar, gevur íblástur, men sanniliga eisini nakað at hugsa um. Vit ivast ikki longur í, at tað er nakað, ið eitur orðblindni; eg eri heldur ikki í iva um, at tað eisini er nakað, ið eitur talblindni. Eg havi sjálv havt næming, ið hevði júst tær somu upplivingar við tølum, sum Mads Johan Øgaard greiðir frá. Tað er so sera trupult at hjálpa hesum næmingum, tá man ikki hevur nakrastaðni at venda sær. Vit mugu skjótast gjørligt gera okkurt, so vit eisini fáa eyga á hesar næmingarnar og kunnu hjálpa teimum, soleiðis at teir kunnu klára seg, og ikki minst, at teir ikki føla seg løgnar og býttar. Teir hava tørv á hjálp til at finna síni amboð til at klára seg.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.