Tíðindi

Ein væl skipað undirvísing loysir tað mesta

Trygg viðurskifti í tryggum felagskapi, sum ein flokkur er, hevur alt at siga. Umframt gott og støðugt samskifti millum næmingar og serliga flokslæraran. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

23.02.2024

Ein væl skipað og fyrireikað undirvísing, har lærarin vísir týðiligan áhuga fyri bæði fakunum og næmingunum, loysir tað mesta.

Av og á hoyra vit um ymiskar avbjóðingar og trupulleikar í skúlunum. Einki nýtt undir sólini í so máta. Skúlar eru jú livandi, dynamiskar verur í einum støðugt broytiligum heimi. So tað er einki at siga til. Men trupulleikar eru jú til fyri at loysa.

Herfyri var enn eina ferð nógv prát um vánaligt PISA-úrslit og so nakað aftaná um harðligar næmingar, sum gjørdu seg inn á lærarar. Hóast tað sjáldan er ein patentloysn til slíkar avbjóðingar, skulu tær altíð takast í størsta álvara. At næmingur t.d. langar til lærara, sum harvið má ganga við arminum í gipsi í seks vikur, sum eg veit dømi um, eigur ongantíð at henda. Her má leiðslan handla alt fyri eitt, um neyðugt við eyka lærara.

Mín greiða kensla er annars, at slíkur ógvusligur atburður er sera sjáldsamur í skúlunum. Eg havi so ongantíð sum lærari í 23 ár upplivað tað. Men eg havi næstan bara teir eldru næmingarnar, og trupulleikin sýnist at vera størri ímillum tey yngru børnini. Hví so er, er ilt at siga.

Men hvat er so til ráða at taka, ella er tað nakað, kundi ein so spurt. Ja, tað er tað altíð. Men tað týdningarmesta at gera og at vera tilvitaður um, er tað støðuga fyribyrgjandi arbeiðið fyri at halda trupulleikunum niðri so vítt gjørligt. Og tað merkir ikki nøkur heilt serlig tiltøk, átøk ella annað hokus pokus. Í staðin er tað tað vanliga støðuga, dygdargóða arbeiðið hjá lærarum, sum botnar í nærleika, skipan og støðufesti, sum telur. Har lærarin vísir týðiligan áhuga fyri bæði fakunum og næmingunum og setir út í kortið.

Næmingarnir mugu eisini altíð kenna undirvísingarrutinur eins og aðrar rutinur. Men sanniliga eisini kenna mørk fyri, hvat ein kann og ikki kann í skúlanum. Trygg viðurskifti í tryggum felagsskapi, sum ein flokkur/árgangur er, hevur alt at siga. Umframt gott og støðugt samskifti millum næmingar og serliga flokslæraran. Tað bøtir um trivnaðin og arbeiðslag og harvið eisini um fakligu úrtøkuna.

Tá ið næmingarnir kenna, at skúlin mennir teir fakliga, og at teir læra nakað, tíma teir eisini betur. Fakligheit og trivnaður hanga saman. Tíbetur er hetta júst tað, sum flestu lærarar gera dag út og dag inn, er mín greiða fatan. Eitt dygdargott arbeiði við fakligum stoltleika. Tí er tað hóast alt so væl vorðið í skúlunum, sum tað er. 

Men fyri at skipanin skal halda tørn, merkir tað eisini, at undirvísingin ikki má órógvast meira enn hægst neyðugt. Sera nógvir dagar gjøgnum árið verða brúktir til alt møguligt annað enn vanliga undirvísing. Her má táttast í. Í hádeildini er tað, í fleiri fakum, ein sera stór avbjóðing at koma ígjøgnum pensum, og tað kann ikki vera rætt. Vit mugu hava nokk av døgum/tímum til vanliga undirvísing, so má annað víkja.

At vera lærari er upp á so mangan hátt eitt serstakt starv. Tú hevur ábyrgd av 24 næmingum allan dagin bæði fakliga og sosialt. Eitt óloysiligt band er ímillum teg og allan flokkin, sum helst ongantíð eigur at slitna. Er ein næmingur burtur 1-2 dagar, ger tað ikki tað stóra fyri heildina, men er lærarin burtur, kann skjótt standa á. Eingin lærari vil vera burtur, men tíverri kemur tað eisini fyri hjá okkum lærarum, at vit hava forfall av einhvørjari orsøk. Her má leiðslan altíð, so vítt gjørligt, seta skikkaðar lærarar inn í staðin fyri tann, sum er burtur. Vikarurin má kunnast um og kenna til støðuna í flokkinum, áðrenn hann fer inn í flokkin, so at møguligar áhepnar støður ikki taka seg upp.

Hetta loysir sjálvandi ikki alt, og trupulleikar fara altíð at stinga seg upp av og á, tað vil so vera. Flokkar, næmingar, árgangir og støður eru so ymiskar. Kynstrið er, so vítt gjørligt, at lofta avbjóðingunum í føðingini og loysa tær sum best. Men tað er sanniliga ikki altíð lætt. Tí mugu lærarar ongantíð halda seg aftur at biðja um hjálp ella vegleiðing frá starvsfelaga, leiðslu, lærarafelagnum ella øðrum, um tørvur skuldi verið á tí.     

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.