Tíðindi

Ein avbjóðing at undirvísa fremmandamæltum næmingum

Ikki minni enn 60 prosent av lærarunum í eini spurnakanning siga, at tað er avbjóðandi at hugfanga næmingar, sum hava annan etniskan uppruna enn føroyskan

06.11.2017

Hallfríð Hammer í Hjøllum, lærari, skrivaði í fjør ritgerð á Námsvísindadeildini um tilflytarar í føroyska fólkaskúlanum, har føroyskt er annaðmál. Hon gjørdist liðug sum lærari í fjørsummar og starvast í Tofta skúla. Í ritgerð síni kannaði hon nærri, hvussu føroysklærugreinin kann stuðla fremmandamæltum næmingum at ogna sær føroyskt, málsliga, fakliga, sosialt og mentanarliga. Í sambandi við ritgerðina gjørdi hon eina spurnakanning millum lærarar; 25 lærarar tóku lut í kanningini. 44 prosent teirra hava undirvíst í meiri enn 20 ár, og allir hava undirvíst næmingum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. Spurdir, hvussu næmingarnir eru fyri í føroyskum, siga 12 prosent, at teir eru væl fyri, 48 prosent siga, at teir eru hampiliga fyri og 40 prosent siga, at teir eru illa fyri.

Flestu lærararnir ella 60 prosent siga seg brúka eitt blandað mál; eitt blandað mál kann vera eitt mál, sum er blandað við eitt sindur av hvørjum, eisini rørslum, kropsmáli og myndum; 36 prosent tosa føroyskt, meðan bara 4 prosent tosa enskt. Somu tøl gera seg galdandi, tá ið lærararnir verða spurdir, hvat mál teir tosa, meðan teir undirvísa í flokkinum.

At tað er ein avbjóðing at undirvísa næmingum, hvørs móðurmál er annað er føroyskt, kemur týðiliga fram í kanningini; ikki minni enn 60 prosent siga, at tað er avbjóðandi at hugfanga næmingarnar. Ein sigur, at tað er sera torført, um næmingarnir eru eldri; ein annar sigur, at viðkomandi ger sær ómak at tosa týðiligt og ikki at brúka ov nógv orð í senn, og ein annar, at viðkomandi tosar føroyskt og týðir tað síðan til enskt ella danskt.

Spurdir um undirvísingarhættir, siga lærararnir, at tað er gott at skifta ímillum ymsar hættir. Tað er gott, um næmingurin fær ein til ein-undirvísing í eina tíð, floksundirvísing og føroysku málspølini eru gull verd, og tað er gott at hava bólkaarbeiði í smáum bólkum, sum krevur at næmingarnir samstarva.

Av teimum 25 lærarunum, sum taka lut í kanningini, siga 6, at teirra skúli hevur eina yvirskipaða ætlan fyri næmingar av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. Ein lærari sigur, at næmingarnir fáa eykatímar í føroyskum, og at skúlin eggjar teimum at lesa og tosa so nógv føroyskt, sum til ber. Floksfelagarnir verða eggjaðir til at taka næmingarnar við øðrum etniskum uppruna við til tiltøk eftir skúlatíð, og at hjálpa teimum so væl, sum gjørligt.

Gott og væl helvtin av lærarunum siga, at samstarvið millum skúlan og heimið er hampiligt, 44 prosent siga at tað er gott, og 4 prosent siga, at tað er vánaligt. Avbjóðingarnar eru, at mammurnar hava annað mál enn føroyskt sum móðurmál og tí er ringt at samskifta. Tað kemur fyri, at barnið er tulkur fyri foreldrini, og tað er óheppið, vísir lærari á. Mentanarmunir og vánaligt samskifti gera, at tað verða nógvar misskiljingar.

Hóast avbjóðingin er, at børnini við øðrum etniskum uppruna skulu læra føroyskt, so eggja flestu lærarar - ella 64 prosent - foreldrunum til at tosa móðurmálið heima; hetta gera teir, tí móðurmálið er grundarlagið. Sum ein sigur, so hevur móðurmálið so stóran týdning fyri øll mennsikju. Er pápin føroyingur og mamman útlendsk, eigur pápin at tosa føroyskt og mamman sítt móðurmál, so væl sum tað ber til.

Enn er einki undirvísingartilfar framleitt til yngri børn, hvørs móðurmál er annað enn føroyskt; avleiðingarnar av tí eru eitt nú, at lærarar í stóran mun mugu gera undirvísingartilfar sjálvir, ella finna tilfar, sum teir meta er hóskandi. Hallfríð H. í Hjøllum, lærari, skrivaði í fjør ritgerð á Námsvísindadeildini um tilflytarar í fólkaskúlanum, har føroyskt er annaðmálið. Í sambandi við ritgerðina gjørdi hon kanning millum lærarar, sum undirvísa næmingum við øðrum etniskum uppruna.
- At lærarar sjálvir mugu gera tilfar, krevur nógva orku og tíð, og sum ein nevnir í kanningini, so krevur tað eisini eldsálir, sigur Hallfríð H. í Hjøllum.

Í spurnakanningini kemur fram, at lærarar brúka eitt blandað mál, tá ið teir tosa við flokkin; tað gera teir, tí nógvir næmingar eru illa fyri at samskifta á føroyskum.
- Mín varhugi er, at lærarar fyrst tosa og greiða frá á føroyskum um somu tíð sum teir royna at avlesa, um fremmandamælti næmingin skilur tað, ið sagt verður ella ikki. Skilur næmingurin ikki, má annað mál takast í brúk. Tað er tó ikki vist, at allir føroysklærarar megna at greiða frá, eitt nú, føroyskari mállæru á enskum. Er tað ein næmingur í yngru flokkunum, er tað ikki vist, at floksfelagarnir megna at samskifta á øðrum máli enn føroyskum. Tað eru heldur ikki allir fremmandamæltir næmingar, ið hava kunnleika til enskt; summir duga bara móðurmálið; tá mást tú samskifta á annan hátt, t.d. við myndum og rørslum.

Lesið grein í Skúlablað nr 5 um evnið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.