Tíðindi

Eigur tað at vera neyðugt at hava eitt starv, tá ein gongur á Setrinum?

Tey flestu eru í skúla fáar dagar um vikuna og nýta tí teir dagar, ið ein ikki er í skúla, til at arbeiða, og summi hava enntá tíð at lesa áðrenn ella aftan á arbeiðstíð.

10. januar 2019

Tá ið ein tekur ta avgerð at fara at lesa, so tekur ein eisini ta avgerð ikki at hava eitt fast starv ta tíðina, ein lesur. Tað er í øllum førum tað, ein hevur hug at hugsa, men er tað veruliga soleiðis?

Tað, sum vit lesandi fáa at vita, er, at vit skulu taka lesnaðin sum eitt fulltíðarstarv, tí tað er so tíðarkrevjandi. Tey flestu eru í skúla fáar dagar um vikuna og nýta tí teir dagar, ið ein ikki er í skúla, til at arbeiða, og summi hava enntá tíð at lesa áðrenn ella aftan á arbeiðstíð. Nú er tað soleiðis, at vit eru øll ymisk og eru í ymiskum støðum. Onkur er júst komin av miðnámi og hevur tískil ikki tær stóru útreiðslurnar, meðan onnur hava hús, bil, børn og annað at hugsa um, so fyri summi gagnast tað væl at arbeiða samstundis, sum ein lesur.

Vit í Føroyum eru í tí hepnu støðu, at vit hava tann møguleika at fáa pengar frá landinum, meðan vit lesa, og tað skulu vit sjálvandi vera takksom fyri, men um ein spyr lesandi, so eru tað meginpartin, ið hevur starv við síðuna av lesnaðinum. Spurningurin er, eigur tað at vera neyðugt at arbeiða?

Orsøkirnar kunnu vera so nógvar, og eg havi spurt tvey lesandi, um tey arbeiða ímeðan, tey lesa á Setrinum og hví/hví ikki.

Kvinna, Læraralesandi: Tá eg byrjaði lesnaðin, hevði eg onki starv og hevði góða tíð at lesa og fyrireika meg heima. Men av tí at eg havi tvey børn, vit leiga eini hús, hava ein bil og annað, so hava vit ivaleyst at gjalda. Vit (eg og maðurin) høvdu helst klárað okkum fyri teir pengarnir, sum eg fái frá Studna, og eg skal ikki klaga, tí tað eru nógv lond, ið ikki hava tað so gott sum vit, men eg havi tikið ta avgerð, at vit ikki skulu venda hvørja krónu og ikki kunna spara saman, meðan eg lesi. Eg havi eitt starv, har eg havi sagt, at eg eri tøk teir dagarnar, tá ið eg ikki eri í skúla. Av tí at eg havi eitt starv og havi eina eyka inntøku, so er tað eitt minni at hugsa um, tá ið lesnaðurin er strævin.

Kvinna, Læraralesandi: Eg arbeiði við síðuna av skúlanum, tí mær dámar væl at arbeiða, og í ár havi eg havt tíð til tað, tí skúlatingini hava ikki verið nógv og heldur ikki skúlagongdin. Eisini tí at mær dámar væl at ferðast og at hugna mær við vinfólki, og tí má eg eiga pengar, sum eg kann seta til síðis. Fyri mítt viðkomandi er studningurin nokk, tí eg havi bara meg sjálva at hugsa um, so inntøkan, sum eg fái fyri at arbeiða, er bara eitt pluss.

Her sæst, hvussu ymiskar orsøkirnar kunnu vera, hví lesandi velja at arbeiða samstundis, sum tey lesa. Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan, hvat tey velja at gera uttan fyri skúlatíð, men sambært fleiri lesandi høvdu tey viljað at havt meira tíð at lisið, heldur enn at verið noydd til at arbeitt fyri at fáa eina inntøku, ið er nøktandi at liva fyri.  

Tekstur: Lis Jacobsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.