Tíðindi

Eiga próvtøl at hava so stóran týdning?

- Vit eru vorðin samd um, at próvtøl einsamøll flyta ikki nógv, og tí er umráðandi at fara eitt sindur frá bara próvtølum, til heldur at geva næmingunum afturmelding upp á síni avrik, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum

02.03.2020

Nógvir næmingar ganga høgt upp í próvtøl; at fáa eitt gott próvtal kann vera ein motivatión at kýta seg og alla tíðina gera sítt besta, men próvtalið kann eisini verða eitt haft um beinið, og næmingurin starir seg blint á tað. Í Eysturskúlanum verður javnan tosað um próvtøl, hvørt tað er rætt, at próvtølini hava so stóran týdning, sum tey sýnast at hava.

- Næmingar leggja stóran dent á próvtøl; tá ið teir fáa eitt 10-tal, spyrja teir, hví teir ikki fáa 12. Teir spyrja ikki líka natúrliga, hvat skal til fyri at fáa eitt 12-tal. Vit eru vorðin samd um at próvtølini eiga ikki at standa einsamøll, men at tað hevur týdning at geva næmingunum afturmelding upp á síni avrik, soleiðis at hann fær brúkt hana til nakað gagnligt og mennandi. Vit geva sjálvandi próvtøl í hádeildini, men vit vita, at tølini hava minni týdning, um fakliga prátið við næmingin ikki er við, sigur Eyðna Magnussen.

Henda gongdin at fara frá bara at brúka próvtøl, til heldur at leggja dent á afturmelding, sæst eisini uttanlands. Har er nógv gransking á økinum, bæði á fólkaskúla- og miðnámsskúlastigi. Ein donsk kanning vísir, at miðnámsskúlanæmingar kenna seg at vera undir minni trýsti, tá ið próvtøl ikki verða brúkt, og at trivnaðurin verður betri. Vansin er, vísir sama kanning á, at tá ið próvtøl ikki verða brúkt, er verri at meta um fakliga stigið, ein er á.

Eisini EVA, Danmarks Evalueringsinstitutt, hevur granskað fyrimunir og vansar við próvtøkum. Har staðfestir ein kanning, at langt frá allir næmingar halda, at tað er gott at skifta próvtøl út við skrivliga- og munnliga afturmelding. Tveir av trimum næmingum dámar væl, at próvtølini eru slept til frama fyri afturmelding; teimum, sum ikki dámar hetta, vísa á, teir sakna at fáa viðurkenning fyri avrikini, og at teir missa motivatiónina at kýta seg, tá ið eingi próvtøl eru inni í myndini.

Mynd: Birgir Kruse

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.