Tíðindi

Eiga børn at fáa vikupengar?

– Børn læra ikki nógv av at fáa 100 krónur hvønn leygardag at keypa góðgæti fyri, sigur granskari.

25.04.2024

Summi børn fáa vikupengar longu, tá ið tey eru 8 ára gomul. Men hvat læra tey í grundini av at fáa pengar, tá ið tey eru so ung? Norska heimasíðan forskning.no hevur grein, sum lýsið evnið.

Samsýning fyri arbeiði

Tú fært kanska pengar hvørja viku frá tínum foreldrum? Hesir pengarnir verða ofta kallaðir vikuløn, vikupengar ella lummapengar.

– Lummapengar ella vikuløn er ofta eitt, sum børn og ung fáa regluliga. Summi fáa tað uttan treytir, meðan tað hjá øðrum er tongt at uppgávum, sum skulu gerast afturfyri, sigur Ellen Katrine Nyhus. Hon er granskari og professari í marknaðarføring við Universitetið í Agder.

Hjá nógvum er tað vanligt at fáa pengar afturfyri at hjálpa foreldrunum við ymiskum húsligum. Tað kann vera góður máti hjá børnum at fáa royndir, áðrenn tey fara út á arbeiðsmarknaðin, heldur Nyhus.

– Summi børn hava hug at arbeiða fyri at tjena pengar, tí tey ynskja sær okkurt, sum er dýrari enn tað, sum tey kunnu keypa fyri lummapengarnar. Tá er tað gott at hava møguleikan at arbeiða, um tey vilja tað ella tí tey spara upp til okkurt, tey vilja hava. Nógv fáa lummapengar uttan at gera nakað afturfyri, meðan onnur fáa pengarnar fyri at gera ávísar uppgávur í húsinum, hava góðan atburð ella tí tey hava fingið góðar karakterir í skúlanum.

Vikulønin veksur við aldrinum

Men hvussu nógv fáa børn í vikupengum? Sambært kanning hjá DNB, sum var gjørd í 2017, veksur vikulønin við aldrinum. Børn í Noregi, sum eru millum 8 og 11 ára gomul, fingu í miðal 63 krónur um vikuna, og tey, sum vóru millum 12 og 15 ár, fingu 127 krónur í miðal. Tey millum 16 og 19 ár fingu 261 krónur í miðal.

– Tað er skilagott hjá foreldrum at økja upphæddina, sum børn fáa í vikupengum, so hvørt tey verða eldri og duga at hava pengar um hendi. Tað kann gera, at tey læra at planleggja penganýtsluna betur. Nógv foreldur og ommur og abbar eggja børnum sínum at leggja part av vikupengunum til viks fyri at spara upp til okkurt, ella fyri at eiga pengar, um tørvur skuldi verið á pengum til eitthvørt, sigur Nyhus.

Gransking vísir gagnliga ávirkan

Men læra børn í grundini nakað av at fáa vikupengar?

– Børn læra ikki nógv av at fáa 100 krónur hvønn leygardag fyri at keypa góðgæti. Tá hava tey fingið pengar til nýtslu. Um tey leggja pengar til viks fyri at spara til eitthvørt, tey ætla í framtíðini, kunnu tey læra nógv av, hvussu tað er at eiga pengar. Tað snýr seg um at herma eftir valunum, sum vaksin gera, og so stigvíst læra hetta í uppsvøkstrinum, sigur Nyhus.

Tað er ikki so nógv ár síðan, at børn fingu vikuløn í reiðum peningi. Nú á døgum er vanligari at fáa pengar inn á gjaldskort.

Foreldur gera ymiskt, og tað er eisini ymiskt, hvussu nógv tey geva børnum sínum, sigur Nyhus.

Foreldur kunnu stovna eina bankakontu, og tá kunnu tey síggja, hvat pengarnir verða brúktir til. Nógvir pengastovnar gera serlig gjaldskort til børn, sum eru fylt 6 ár.

Vikupengar kunnu hjálpa við ábyrgd

Nyhus sigur, at tað kann vera skilagott at geva børnum meiri og meiri pengar so hvørt tey verða eldri, men tá eiga tey eisini at fáa ábyrgdina at brúka pengarnar til ymiskt, tey hava brúk fyri.

– Tað kann verða gjørt við, at barnið fær ábyrgdina at syrgja fyri klæðum og útgerð til ymiskt ávíst, heldur Nyhus.

– Hetta við at hugsa fram í tíðina og raðfesta er umráðandi at læra, so tað er gott at venja tað heima, áðrenn flutt verður heimanífrá.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.