Tíðindi

Eiga børn sjálv at velja, hvønn tey vilja í lið saman við?

Ella eigur lærarin at seta liðið?

8. november 2019

Næmingar eiga ikki sjálvir at velja, hvønn teir skulu vera á liði saman við, tá ið teir hava ítrótt í skúlanum. At næmingar velja millum floksfelagarnar økir um mistrivnaðin og hevur ringja ávirkan tað sosiala í flokkinum umfram sjálvsálitið hjá teimum, sum ikki verða vald, og tað er eisini við til at oyðileggja dynamikkin í flokkinum. Í ringasta fær tað fleiri at skulka.

Tað halda granskarar og serfrøðingar, sum norska forskning.no hevur verið í sambandi við. Granskararnir vísa á kanningar, sum benda á, at eitt læruumhvørvi, sum er merkt av eini mentan, har tú skalt avrika, økir um vandan fyri vánaligari sálarheilsu í skúlanum.

Signe Horn, aðalstjóri í felagsskapinum Vaksin fyri børn, heldur ikki, at okkum tørvar at fara longri enn til okkum sjálv sum vaksin fyri at vita, hvussu tað kennist, um vit standa eftir til seinast, tá ið liðini í ítrótti eru vald. Vaksin fyri børn hevur fleiri frásagnir frá børnum og ungum, sum siga, hvussu keðiligt tað er ikki at verða vald; tey siga, at hesin hátturin at velja lið serliga verður brúktur, tá fimleikur er á tímatalvuni.

- Sjálvt eg sum vaksin og við lutfalsliga góðum sjálvsáliti haldi, at tað er óbehagiligt, tá ið eg í einum ella øðrum høpi skal velja, hvønn eg vil sita saman við. Eg vil hava, at onnur taka ta avgerðina fyri meg, sigur Horn.

Hon minnist, hvussu ræðuligt tað var, tá ið sjálv gekk í skúla, bæði í mun til at velja lið í fimleikinum, men eisini tá ið annar ítróttur var á skránni.

- Tað eru helst tey, sum halda, at slíkt eiga ungfólk at tola, og at hetta er partur av lívinum, men fyri meg er hetta tað sama, sum at biðja ungfólk at vera úti í kuldanum fyri at tola kuldan betur. Vanliga endar tað við, at tú tolir kulan verri, sigur Horn.

Marie-Lisbet Amundsen, professari, heldur, at næmingar aldri eiga at velja lið sjálv. Tað er nevniliga uppgávan hjá lærarunum.

Royndi professarin – við fleiri royndum á bakinum sum ráðgevi í námsfrøði og sálarfrøði – er serkønur í kensluligum trupulleikum og læringartrupulleikum hjá børnum, ungum og vaksnum.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er ringt hjá teimum, sum ikki verða vald. Hjá nógvum førir hetta til verri sjálvsálit, vantandi trúgv á egin evni og orku. Mangan aftra tey seg við at fara í skúla, sigur Amundsen.

Hon heldur, at tá ið lið verða vald, eigur tað at verða gjørt við umhugsni, soleiðis at liðini verða so javnsett sum til ber.

- Tá ið næmingarnir verða settir í eina støðu, har teir skulu velja, hvør av floksfelagunum duga best í fimleiki, verður tað lagt upp til eitt kappingarsinnað læruumhvørvi, og tað er ikki heppið, tá ið talan er um læring og trivnað, sigur Amundsen.

Mats Melvold Hordvik, granskari við ítróttaháskúlan í Noregi, heldur, at næmingar kunnu velja lið, men at hetta skal gerast sambært leiðreglum og hjálp frá læraranum.

- Á øllum liðum eiga næmingar at vera frá ymiskari bakgrund, við ymiskum royndum og av báðum kyni. Fyrst í skúlaárinum megna næmingar ikki at gera eitt slíkt úrval; tá má lærarin taka ábyrgdina. So við og við kann uppgávan latast til næmingarnar, heldur Hordvik.

Hann heldur, at tað er umráðandi, at lærarin kemur at kenna næmingarnar væl, áðrenn hann býtir flokkin upp í lið. Tað er eisini umráðandi, at liðini arbeiða saman yvir longri tíð og ikki bara í ein tíma ella eina venjing. Skulu næmingarnir velja lið sjálvir, eigur tað ikki at vera fyrr enn eftir, at næmingarnir hava fylt eitt oyðublað út, har tey svara spurningum viðvíkjandi hvørjar royndir teir hava í tí ítróttagreinini, tey hava.

- Val av liði eigur ikki at vera ein opin tilgongd, har næmingarnir standa fram við vegginum og verða valdir ein fyri og annar eftir. Liðini eiga at verða vald, áðrenn tímin byrjar, sigur Hordvik.

Hann heldur, at tilvildarlig teljing ikki loysir trupulleikan. Um eingin ætlan liggur aftanfyri, hvussu liðini verða vald, oyðileggur tað so við og við dynamikkin í flokkinum eins og sosialu relatiónirnar.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.