Leys størv

Eiðis skúli søkir eftir lærarum

• 1 lærara í fast starv. Ynskiligt er at umsøkjari, umframt at átaka sær flokslærarauppgávu, kann undirvísa í støddfrøði, alisfrøði, ítrótti v.m.
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/2023.Umsøkjari skal, umframt at røkja flokslærarauppgávuna í 1. flokki, m.a.undirvísa í føroyskum og øðrum lærugreinum í grund – og miðdeild. Endaligur setanarbrøkur verður ásettur eftir 1.september 2022.
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/2023. Partur av starvinum er at virka sum lærari í forskúlanum við setanarbrøki 0,37. Harumframt undirvísa í grund – og miðdeild. Endaligur setanarbrøkur verður ásettur eftir 1.september 2022.

Tey, ið sett verða skulu:

• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva
• vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
• vera stundislig og nærløgd

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470.

Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. mai 2022 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo. ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.Viðmerkjast skal hvat starv talan er um. Tey, ið sett verða, skulu játta at barnaváttan verður umbiðin.

Eiðis skúli

Kolsvegur 8

470 Eiði

Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.