Tíðindi

Dagsskeið við frálæru í føroyskum dansi

Skeiðið verður fríggjadagin 2. novembur 2018 í Skálanum í Klaksvík frá kl. 9.30 til kl. 15.30.

03.09.2018

Tey, ið fáast nógv við føroyskan dans og sum til tíðir eru úti í skúlum og stovnum og kvøða, hava lagt til merkis, at fleiri teirra, sum eru um børnini, føla seg eitt sindur ótrygg við at fara upp á gólv saman við børnunum. Tá tey verður spurd nærri, hví so er, svara tey javnan, at námsfrøðingar og lærarar mangla ta síðstu vitanina um føroyskan dans og kvæði, fyri at tey nóg fyrireikað kunnu fara upp á gólv saman við børnunum.

Á skeiðnum læra luttakararnir nakar arbeiðshættir, sum góðar royndir eru av í skúlum, barnagørðum og í barnadansi. Endamálið er, at luttakararnir á skeiðinum ogna sær vitan, so at mentanararvurin, kvæðini og føroyski dansurin kemur at standa sterkari millum tey, ið eru um børnini í skúlum og á stovnum. Á tann hátt styrkja vit málvitan, samleika, sosialar, kropsligar og aðrar námsfrøðiligar førleikar hjá børnunum.

Skráin fyri dagin verður hendan:

9.30               Morgunmatur

10.00             Felagsundirvísing um kvæðir og dansin

10.30             Vit fara upp á gólv

11.00             Hvussu skipar ein í føroyskum dansi

11.30             Góð ráð um, hvussu dansað verður við børnum

12.00             Matur

13.00             Vit læra dansispøl

14.00             Luttakararnir fara í bólkar at skipa ein evnisdag um kvæðir og føroyskan dans

15.00             Kaffi             

15.15             Vit taka saman um dagin

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 300,00. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 5. oktobur 2018.

Tilmeldingin fer fram við at senda ein teldupost til Jónleif Johannesen á teldupost jonleifj@logting.fo. Meiri kunning fæst við at ringja til Jónleif Johannesen á tlf. 742200.

Eru skúlar og stovnar áhugaðir í skeiði, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við fyrireikararnir.

Vegna fyrireikararnar:

Jónleif Johannesen, Undir Klakki 47, Klaksvík

Á myndini: Jónleif Johannesen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.