Tíðindi

Børn, sum eru fyri harðskapi, skamma seg

Harðskapur í barnaárunum fær stórar avleiðingar fyri heilsuna og lívið sum vaksin. Nógv gerast einsamøll og byrgja seg av, vísir ein nýggj kanning.

09.05.2019

Ert tú sligin, verið fyri sálarligum harðskapi ella kynsligum ágangi sum barn, hevur tú sjálvandi einki at skammast av.

Kortini eru tað nógv, sum skammast.

Hví heldur eitt barn, at onnur síggja niður til tað, bara tí at onkur hava verið ágangandi og harðligur? Henda skommin er ring at skilja, sigur Helene Flood Aakvaag. Hon er ein av fleiri granskarum á Nasjonalt kunnskapssenter (NKVTS) í Noregi, sum hevur verið við til at gera eina frágreiðing um harðskap og traumatiska strongd.

Ikki bara fáa børn, sum eru fyri harðskapi, minni sosialan stuðul, tey gera eisini minni nýtslu av stuðli. Nógv teirra taka seg aftur og royna at dylja tað, tey hava verið fyri, sambært Heleene Flood Aakvag, granskara.

Aakvaag heldur, at úrslitini av kanningini vísa, at nógv er eftir at gera, soleiðis at vit fáa bilbugt við skommina, sum nógv teirra, sum eru fyri harðskapi og ágangi í samfelagnum, føla.

Í frágreiðingini, ið Aakvaag hevur verið við til at gera, er nýggj vitan um, hvussu tað gongur teimum, sum hava verið fyri harðskapi sum barn, tá ið tey eru vorðin vaksin. Nógv av hesum er ikki nýtt fyri granskararnar, men nú hava granskarar fylgt nøkrum ungum, sum hava verið fyri harðskapi, í einum drúgvum tíðarskeiði. Tíverri váttar tann keðiliga sannroyndin tað, sum nógv altjóða gransking vísir, og tað er, at ein harður barndómur kemur aftur í gráum kálvskinni.

Sum partur av verkætlanini hevur samrøða verið við 1000 ungfólk og ung vaksin. Tey vóru í aldrinum 16 til 33 ár, tá ið samrøðan varð gjørd, og fleiri samrøður vórðu gjørdar við tey, nøkur ár ímillum. Samrøður eru gjørdar við ungfólk, sum hava verið fyri harðskapi í barndóminum og børn, sum ikki hava verið fyri harðskapi. Granskararnir eru ovfarnir av, hvussu greitt sambandið er millum tað at hava verið fyri harðskapi í barnaárunum og tað at uppliva harðskap seinni. Ikki minni enn ein av trimum, sum vóru fyri harðskapi sum barn, vóru fyri harðskapi bara hálvt annað ár seinni. Samsvarandi var talan ein av tíggju, tá ið talan var um børn, sum ikki vóru fyri harðskapi sum børn.

Alt slag av harðskapi í barndóminum økir um vandan at vera fyri harðskapi, sum ein annar persónur fremur ímóti tær seinni. Hóast harðskapurin ikki rakar teg beinleiðis. Hevur tú verið vitni til, at pápi tín slær mammu tína, ella hevur tú verið fyri sálarligum harðskapi, eru sannlíkindi fyri, at tú verður neyðtikin nógvar ferðir størri, samanborið við onnur ung. Og hevur tú verið fyri fleiri sløgum av harðskapi sum barn, økir tú vandan fyri, at harðskapur verður framdur ímóti tær sum vaksin, nógvar ferðir.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.