Tíðindi

Børn og ung við sálartrupulleikum skjótari og lættari hjálp

Endar tað, sum trivnaðarnevndin á løgtingi vil, fáa børn og ung ókeypis sálarhjálp

11.12.2019

Tað eru Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin og Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, sum hava lagt uppskotið um ókeypis sálarhjálp til børn og ung fram. Onnur viðgerð av uppskotinum hevur verið í løgtinginum í dag. Uppskotið er grundað á, at ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung fáa antidepressiva viðgerð.

Ein samd trivnaðarnevnd mælir til, at børn og ung skulu fáa ókeypis sálarhjálp í eini royndarverkætlan yvir trý ár. Í uppskotinum verður mælt til at seta tríggjar milliónir krónur av um árið til verkætlanina, men í fíggjarlógini til komandi ár eru 1,8 milliónir krónur settar av til ókeypis sálarhjálp.

Í viðmerking til uppskotið siga tey, sum hava sett uppskotið fram, at í heildarætlanini frá 2018 eru greiðar ábendingar um, at talið á børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar økist. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina, sigur, at ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva. Almannaverkið vísir á sálarligar líðingar, sum størstu orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Sernám hevur víst á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Somuleiðis vísa skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka sálarligu heilsu teirra. Hesi tøl samsvara við kanningar frá Fólkaheilsuráðnum, sum siga, at tað serliga eru tey ungu vaksnu, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar. Hjá teimum yngru vísur granskingin, at millum 20 og 40 % longu áðrenn 14 ára aldur hava verið merkt av álvarsligum sálarligum avbjóðingum. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar, og at tey, sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina.

Uppskotssetararnir meta, at omanfyrinevndu tøl skulu takast í størsta álvara, og at tíðin er komin, til at børn og ung fáa ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð. Góð sálarheilsa er ein avgerandi fortreyt fyri menning og læring hjá børnum og ungum, útbúgving og seinni at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum.

 

Skal atgongdin til sálarfrøðiliga viðgerð vera løtt, er neyðugt, at viðgerðin er tøk í øllum økjum í landinum. Ein upplagdur møguleiki er at styrkja sálarheilsutænasturnar á heilsudeplunum, sum eisini verður víst á í heildarætlanini. Soleiðis kundi ein stórur partur av ambulantu viðgerðunum á Psykiatriska deplinum farið fram í primera geiranum, og vildi hetta minkað um trýstið á sjúkrahúsini, samstundis sum tænastan til borgaran hevði verið tættari at gerandislívinum. 

Við støði í heildarætlanini gjørdi undanfarni landsstýrismaður við heilsumálum av at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt ítøkiligt tilmæli fyri ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Arbeiðsbólkurin mælti til, at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsutrygd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15 – 35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at kommunulækni ávísir til skipanina. Metti kostnaðurin av hesi royndarskipan er í miðal tríggjar milliónir krónur um árið í trý ár.  

Uppskotssetararnir halda, at vit eiga at stremba eftir, at sálarlig heilsa verður javnsett við likamliga heilsu. Hetta uppskotið er ein liður í hesum máli. Uppskotið leggur upp til, at landsstýrið tekur støðu til, um børn og ung skulu hava ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.