Tíðindi

Børn eiga at duga at svimja

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur, at tað er løgið at byggja skúlar í dag fyri fleiri hundrað milliónir, uttan at møguleikin hjá skúlabørnum at sleppa at læra at svimja er til

02.05.2018

Torbjørn Jacobsen er formaður í eldrasamtakinum ímillum Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Nes kommunu. Á ellisheiminum í Runavík vóru tey somikið framsíggin fyrst í sjeytiárunum, at tey gjørdu ein svimjihyl.

   So kom henda tíðin við hesi kreppuni, sum vit í Føroyum kanska ikki merktu so øguliga nógv til í 2008, men tá tóku tey og lótu av sparingum henda svimjihylin aftur, og spurt varð, hví skuldi akkurát svimjihylurin sparast burtur.

- Tað varð gjørt, og sum so ofta í Føroyum, hylurin varð ikki latin uppaftur, so eitt tað fyrsta, eg setti mær fyri, tá ið eg gjørdist formaður í eldrasamtakinum, varð at lata henda svimjihylin uppaftur, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

   Í Runavíkar kommunu eru tey nú farin at fyrireika seg so mikið nógv, at frá 1. januar 2019 er tann svimjihylurin opin aftur.

   Eitt annað mál, ið hevur verið arbeitt við í kommununi síðan miðskeiðis í sekstiárunum, er at byggja eina svimjihøll. Tey gróvu út longu í 1964 ella -65 omfyri tann gamla skúlan á Glyvrum, langt áðrenn Skúlin við Løkin kom.

   - Tað stendur so sum eitt opið sár har, so hendi einki meir, og tað er einki hent, og kanningar vísa tað, at skúlabørnini í Runavíkar kommunu eru tey, sum eru nógv ringast fyri í Føroyum, tá ið tað kemur til svimjing – nógv ringast!

   Tórbjørn Jacobsen vaks upp í Gøtu, og í Gøtu skúla var tað eitt fak at læra at svimja. Har var ein svimjihylur beint omanfyri skúlan við Gøtugjógv, men tá ið hann kom út á Glyvrar at ganga í skúla nakað út í 2. flokk, var hann tann einasti næmingurin í einum flokki upp á 30 næmingar, ið dugdi at svimja.

   - So illa stóð til her á leiðini; tað er kanska blivið frægari, men tað er so øgiliga langt frá, at tað er góðtakiligt.

   Borgarstjórin sigur, at í hansara kommunu hava tey eina samtykt í býráðnum at fara undir at byggja eina svimjihøll beint við síðuna av Skúlanum við Løkin, sum er í tí samlaða økinum, har tey hava fimleikahøll, fótbóltsvøll, ítróttarhøll. Altso, svimjihøllin fer at standa mitt í hesum deplinum. Tað er komið hartil, at tey, uttan at hava tosað so nógv um tað í eini tvey ár. Jú, tey tosa nógv her um vegir, men tey tosa ongantíð um tað, sum tey ætla at fáa í pottin, fyrr enn tað er í pottinum.

   Tað, sum nú er farið í gongd í Runavíkar kommunu er sambært borgarstjóranum tað, at ein arkitektakapping verður útskrivað í næstum.

   - Og vit miðja eftir at vera komin so mikið langt, tá ið 2018 er runnið, at tað ber til at skriva undir ein sáttmála við ein byggiharra at smíða eina svimjihøll í Runavík á ítróttarøkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

   Hann veit við vissu, at tað verður í hvussu so er teknað soleiðis, at tað verður tann frægasta svimjihøllin í landinum. Millum annað verður sjálvur hylurin 25 metrar langur, men við átta geilum. Tað er tvær geilir fleiri enn í Havn fyri at gera tað møguligt hjá bæði ítróttarfólki, borgarum yvirhøvur og ikki minst skúlabørnum at svimja í, at læra at svimja í og at kappast í, tí har verða fleiri hylar í rúmsáttari høll.

   So at samanumtikið verða skúlabørnini í Runavíkar kommunu, ið eru ringast fyri, tá ið tað ræður um svimjing, kanska best fyri í øllum landinum.

   Tað er í hvussu so er eitt veldugt lop av vippuni.

Myndatekstur:

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at ein arkitektakapping verður útskrivað í næstum um at byggja eina svimjihøll í Runavík mitt á ítróttarøkinum, so at skúlabørnini í Runavíkar kommunu, ið eru ringast fyri í øllum, tá ið tað ræður um svimjing, kanska verða best fyri í so máta

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.