Bloggur

Brúgvin inn í framtíðina

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

05.06.2023

Í grannalondunum kring okkum er munnliga samrøðan í fólkaskúlanum sett undir lupp. Granskarar og lærarar kjakast um, um munnliga samrøðan í flokshølunum er nóg munadygg, og um hon er soleiðis háttað, at hon lyftir førleikan hjá næmingunum at luttaka í kjaki á eitt hægri stig.

Norski vísindamaðurin og professarin, Henning Fjørtoft, hevur granskað innan hetta økið. Hann sigur, at næmingar skulu bæði kunna lurta og tosa á hóskandi hátt í ymsum støðum, við ymiskum endamáli og við ymiskum móttakarum. Hann nevnir, at tað at lurta setir stór krøv til áhoyraran, tí tosað verður við høgari ferð; tað ber ikki til at spola aftur.

At hoyra er eitt kropsligt fyribrigdi, men at lurta er eitt kognitivt virksemi, sum krevur undanvitan og skipaða informatión. Høga taluferðin gevur lítla tíð at grunda í og krevur góðan málførleika og skjóta avkoding. Vit konstruera meining úr tí, ið vit hoyra. Tað at konstruera meining byggir á vitan, royndir, hugsan, kenslur, ætlan, persónligar eginleikar og skynsemi. Alt tilsamans skapar  grundarlag fyri at konstruera meining og at tulka tað sagda.


Okkum tørvar vitan um mál og umheimin fyri at skapa meining í tí sagda. Vit mugu duga at taka samanum, at gera samandráttir og niðurstøður, skilja sosialar implikatiónir (tað, sum er undirskilt), ábendingar, megna at fylgja tráðnum í tí sagda og skilja ætlanina hjá sendaranum. Næmingar við góðum lurtiførleikum duga hetta og megna at endurskapa tað sagda við egnum orðum.

Tala, t. e. talumál, er sjáldan heilir setningar. Heldur er talan um ein streym av orðum við ella uttan sambindarar (og, ella, men, sum, tí...). Setningarnir eru sum oftast einfaldir. Stórur munur er sjálvandi á fyrireikaðari og ófyrireikaðari talu. Fyrireikað tala hevur skriftmálskendan dám. Hon hevur øðrvísi syntaks og hevur grammatisk eyðkenni. Hjá okkum øllum er munnliga samskiftið óneyvari enn í skrivliga samskiftið.

Sambært Fjørtoft vísir gransking eitt afturvendandi mynstur, ið sæst í munnligum samskifti í skúlastovum. Tað er, at lærarin spyr ein spurning. Ein næmingur svarar setta spurninginum. Lærarin metir um svarið og ger eventuelt onkrar viðmerkingar til svarið. Endi. Umaftur. Lærarin spyr ein spurning ... Mynstrið endurtekur seg aftur og aftur.

Fjørtoft vísir eisini á, at tað sæst í granskingini, at fáir næmingar luttaka í samrøðum og kjaki. Tað eru tey somu, sum úttala seg og vísa áhuga fyri munnliga virkseminum. Nógvir næmingar duga illa at lurta. Tey seta seg at práta ella at spæla okkurt í staðin fyri at luttaka. Tey vísa týðiliga, at tey keða seg.

Fjørtoft er eisini komin fram til, at lærarar brúka ikki altíð samrøðuna til at dýpa fatanina og innlitið í evnið, ið kjakast verður um. Hann heldur, at lærarar seta ov fá krøv til útsagnirnar hjá næmingunum. Teir sleppa ov lætt. Tað kemur eisini sjáldan fyri, at lærarar rætta svar frá næmingum. Hann metir, at næmingar mangla venjing í munnligum virksemi.

Um skúlastovuna sigur hann, at har valdar ein samansett og fløkt sosial skipan, sum er merkt av sosialum og mentanarligum umstøðum hjá tí einstaka. Maktvirðurskiftini eru eyðsýnd; summi hava høga tign og onnur lága. Hesum er atlagingin og non-verbala samskiftið ímillum næmingar stýrd av. Floksstovan er at kalla ein vígvøllur fyri ótryggleika og ótta, og nógvir næmingar læra seg at tiga og ikki at blanda seg.

Fjørtoft ger vart við, at vit síggja og hoyra bara summi inni í skúlastovuni, alt eftir hvar tey sita og plasera seg í rúminum. Tey framligu og ráðaríkastu í flokkinum fáa mest tíð og uppmerksemi frá læraranum í tímunum.

Men granskarin hevur eisini nøkur ráð til okkum lærarar. Hann minnir okkum á  at síggja og hoyra øll. Øll skulu venjast at málbera seg neyvt og at leggja fram.  Vit skulu venja tey at taka lut í samrøðum og kjaki sum javnsett, tí allar røddir  eru umráðandi. Somuleiðis skulu vit menna teirra førleika at duga at lurta eftir øðrum, eins og at gera viðmerkingar til ymisk sjónarmið, tí tað er ein fortreyt fyri at kunna luttaka í samfelagsliga lívinum.

Vit skulu seta dýpandi spurningar fyri at skapa kjak og luttøku í tímunum. Næmingarnir mugu fáa stundir at hugsa seg um, áðrenn teir skulu svara spurningum; og lærarin skal hava væntanir til allar næmingar og stíla eftir høgum støði í flokkinum, tí tað skapar menning.

Lærarin skal leiða flokkin og skapa arbeiðsfrið í tímunum, so umstøður eru til samrøður og kjak. Vit mugu ansa eftir, at summi ikki hava orðið so títt og ofta, at onnur taka seg úr kjaki og samrøðum. Fleiri røddir og ymisk sjónarmið í tímunum fremja samspæl og læring og skapa eina jaliga floksmentan.

Ein týðandi uppgáva hjá okkum lærarum er virka við til, at næmingar menna evnini at gjøllhugsa (ræsonnera) sakliga og á abstraktan hátt, tí hesi evnini treyta menningina og byggja brúgv inn í framtíðina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.