Tíðindi/Greinar

26.03.2019

Broytingaruppskot mugu umhugsast væl, og námsætlaninar skulu dagførast

Tað ber ikki til at gera einstakar broytingar í fólkaskúlanum, uttan at tað ávirkar nógv viðurskifti í og um skúlan. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Fólkaskúlin er grundin undir okkara samfelag, tí skulu vit fara væl um fólkaskúlan og geva honum teir karmar, ið hann av røttum eigur. Fólkaskúlin broytist javnt og samt í samsvari við samtíðina. Stórur munur er á fólkaskúlatilboðnum nú, og tá ið eg byrjaði sum næmingur í 1979, ella sum lærari fyri 19 árum síðan. Fólkaskúlin broytist, um so vit gera nakað ella ikki. Fyri at fáa tann fólkaskúlan, ið vit ynskja, at hann skal vera, so at hann er búgvin til framtíðar avbjóðingar, so eiga vit eisini í felag at meta um og gera tillagingar í fólkaskúlanum.

Myndugleikarnir hava gjørt alt ov lítið við at fáa vitan til vega, sum vit kunnu byggja menningina av fólkaskúlanum á. Og tær fáu kanningar vit hava, eru lítið viðgjørdar og nærum ikki brúktar. Tað er tí at gleðast um, at aðalorðaskifti var í løgtinginum í oktober 2018. Tað var ein roynd at hyggja at fólkaskúlanum fyri at gera grundaðar tillagingar, ið kunnu búgva fólkaskúlan til komandi tíðir. Eitt úrslit av aðalorðaskiftinum og hoyringarsvarum er tillagaða broytingaruppskotið til fólkaskúlalógina, ið Hanna Jensen, landstýrisfólk í skúlamálum, legði fram á Løgtingi hósdagin 21. mars.

Fólkaskúlin er ein samantvinnað eind, meðan broytingaruppskotini taka í einstakar partar av lógini. Tað ber ikki til at gera einstakar broytingar í fólkaskúlanum, uttan at tað ávirkar nógv viðurskifti í og um skúlan. Um so er, at ein broyting í fólkaskúlalógini verður samtykt, so er avgerandi, at hugt verður at øllum, sum er tengt at einstaku broytingini, og at neyðugar dagføringar verða gjørdar samstundis. Hetta má til, fyri at samanhangur er í skúlanum og umstøðunum hjá teimum, ið hava sín gerandisdag í skúlanum.

Eitt av broytingaruppskotunum til fólkaskúlalógina er talið av lærugreinum í hádeildini, ið skal vaksa við einari, nevniliga samfelagsfrøði. Nú talið av lærugreinum økist við einari, og samlaða undirvísingartímatalið stendur í stað, so má tímatalið skerjast hjá onkrari lærugrein. Og so hongur ikki saman millum undirvísingartímatal og innihald. Hendan broyting krevur, at námsætlaninar fyri einstøku lærugreinarnar eisini verða endurskoðaðar samstundis. Brot 3 í námsætlanini fyri hvørja lærugrein tilskilar undirvísingartímatalið hjá lærugreinini og førleikamálini fyri eina lærugrein, ella innihaldið í lærugreinini, er síðan tillagað, so tað samsvarar við tímatalið, ið ætlanin er bygd á.

Afturat broytingaruppskotinum at leggja eina lærugrein afturat í hádeildini, so skulu skúlar fáa møguleika at skera 2 tímar av undirvísingartímatalinum til annað virksemi í flokkinum. Um hesar báðar broytingar verða samtyktar, so kunnu næmingarnir hava eina lærugrein fleiri og tveimum undirvísingartínum færri um vikuna. Tað er órímiligt at krevja av lærarunum og næmingunum, at teir skulu náa størri setning við færri undirvísingartímum. Tí mugu myndugleikarnir hava nýggjar námsætlanir klárar til hvørja lærugrein, um hesi broytingaruppskot verða samtykt.

Eg heiti á landstýrisfólkið og løgtingið at hava eitt vakið eygað við, hvussu einstøku broytingaruppskotini er tengd at restini av gerandisdegnum í fólkaskúlanum, og at seta orku av til at gera samsvarandi broytingar um neyðugt. Afturat hesum, so eiga námsætlaninar í fólkaskúlanum at verða dagførdar, uttan mun til hvat annað hendir. Tíðin er langt síðan farin frá teimum, og tær eru ein forðing í dagligu undirvísingini.

Grein í Skúlablaðnum: “Lat næmingarnar hugsavna seg í skúlanum”

http://skulabladid.fo/lat-n%C3%A6mingarnar-hugsavna-seg-%C3%AD-sk%C3%BAlanum


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan