Tíðindi

Brennidepilin í nútíðar undirvísingarrákum – at grunda við Arendt

Ókeypis tiltak verður á Námsvísindadeildini á Frælsinum 21. apríl klokkan 19, har ljós verður varpað á nútíðar undirvísingarrák og politiska hugsjónarfólkið, Hannah Arendt.

11. mars 2020

Jóhannes Miðskarð, sum er adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, fer fyrst stutt at greiða frá, hvør Hannah Arendt var, og hvussu hann hevur nýtt hennara ástøði í síni gransking í tvørprofessionellum samstarvi og námsfrøðiligari leiðslu.

Síðani fer Helen M. Gunter, professari á universitetinum í Manchester, at halda høvuðsfyrilesturin, sum verður um tvey sambundin rák, ið hon hevur granskað í nógv ár: sundurskiljingin av børnum og starvsfólkum, og hvussu leiðsluímyndir, sum byggja á leiðslu útinta í felagsskapi, verða nýttar til at skapa, varðveita og herða framhaldandi sundurskiljingar av børnum og starvsfólkum. Helen M. Gunther fer at viðgera hesi tvinni rák við hugtøkum hjá Arendt.

Tað fyrra rákið sást aftur í, at skúlar í breytum velja at skapa skúlaprofilar fyri at draga næmingar við ávísum áhugamálum til sín; frískúlar, sum byggja á trúgv ella list, verða stovnaðir, frítt skúlaval verður sett í verk, har foreldur og børn kunnu velja ávísar skúlar í mun til, um teimum dámar ein skúla betur enn ein annan. Somuleiðis verða næmingar nú á døgum oftari bólkaðir eftir, um teir eru næmingar, ið klára seg væl ella minni væl í einum faki. Síðan er tað sundurskiljingin av starvsfólkum, har lærarar verða valdir til og frá, alt eftir eini løtumynd av, hvussu teir eydnast sum lærarar.

Tað seinna nútíðar rákið umfatar t.d. spjadda leiðslu og leiðslu, har leiðarin leiðir saman við sínum lærarum. Hetta rák fremur í nógvum førum áðurnevndu sundurskilingar av børnum og starvsfólkum.  

At enda verður hugleitt um, hvussu Arendt kann ávirka jaligt, hvussu nútíðarmenniskja grundar og mennir sjónarmið og tekur lut í almenna rúminum.

Alt tiltakið verður hildið á enskum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.