Tíðindi

Bilsin at økingin í happingini er so stór

- Eg hevði ikki væntað hetta úrslitið, sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini.

04.10.2023

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at gera trivnaðarkanningina í fólkaskúlanum, sum júst er løgd fram. Hon var eisini við til at gera trivnaðarkanningina í 2019. Úrslitini í undanfarnu kanningunum vístu eina minking, tá ið talan er um happing – samanborið við úrslitið í fyrstu kanningini av hesum slagi, sum varð gjørd í 2007.

- Eg hevði ikki væntað hetta úrslitið. Eg eri bilsin av, at økingin í happingini er so stór, og at trivnaðurin er minkaður so munandi sum heild, tí vit vóru í eini góðari gongd við minking frá kanning til kanning. Varhugan at vit vóru í eini góðari gongd hava vit eisini havt, tá ið vit hava tosað við skúlar, hóast teir siga frá nógvum næmingum, sum hava serligan tørv.

Høvuðsúrslitið av trivnaðarkanningini er ikki tað einasta, sum Erla Olsen er bilsin av. Fyri tíggju árum síðan var hon við til at gera kanning millum næmingar í 8. og 9. flokki um hugburð til skúlagongd og læring. Í nýggju trivnaðarkanningini eru nakrir av somu spurningunum settir næmingunum sum í kanningini í 2013. Bæði tá ið talan er um, hvussu stuttligt næmingar halda, at tað er at ganga í skúla, og hvussu teimum dámar at læra, er talan um munandi versnandi hugburð. Øðrvísi er, tá ið talan er um, hvussu næmingar halda, at tað gongur teimum í skúlanum; tá er støðan óbroytt hetta tíggjúáratíðarskeiðið.

- Tað kemur óvart á meg, at hugburðurin til lærugreinirnar er so nógv broyttur. Teimum dámar at læra og ganga í skúla, men sjálvar lærugreinirnar verða ikki virðismettar soleiðis sum tær vóru fyrr. Talan er um stóra afturgongd, í summum lærugreinum sera stóra afturgongd.

Talan er um afturgongd fyri allar lærugreinir, tá ið tað snýr seg er um, hvussu stuttligt næmingarnir halda, at tær eru, og hvønn týdning næmingarnir halda, at tær hava. Bara ítróttur verður mett at vera týdningarmiklari lærugrein enn fyri 10 árum síðan, og bara alis- og evnafrøði verður mett at vera stuttligari enn fyri 10 árum síðan. Týskt hevur størst afturgongd í hugburði til týdning og sangur og tónleikur er tann lærugreinin, sum hevur størst afturgongd, tá ið talan er um, hvussu stuttliga næmingarnir halda lærugreinina vera.

Fyrsta av átta tilmælum frá kanningarbólkinum er, at Nám skipar fyri skeiði og arbeiðsdegi úti í einstøku skúlunum, sum taka støði í egnum úrslitum frá kanningini í ár. Arbeitt fer at verða við felagsskapsfatanini, skúlamentanini og møguligum avbjóðingum og møguleikum hjá einstaka skúlanum. Tá ið kanningin varð løgd fram, segði landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, at hann fer at tryggja, at hvør skúli sær fær innlit í dátur um síni egnu viðurskifti, og at tað í samstarvi við Nám og Undirvísingarstýrið verður veitt ráðgeving og hjálp til at greina úrslitini.

- Vit hava ikki greinað tølini fyri einstøku skúlarnar sær, so vit vita ikki, um tað eru nøkur mynstur, sum gera seg galdandi, eitt nú um tað eru skúlar, har trivnaðurin er góður sum heild, og hvørji viðurskifti møguliga eru har, sum gera, at trivnaðurin er góður samanborið við úrslitið fyri landið. Hetta fer trivnaðarráðgevin at koma nærri inn á, tá ið skeiðs- og arbeiðsdagarnir fara at vera, og einstøku skúlarnir fáa úrslitini fyri sín skúla.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur tikið stig til kanningina, sum er gjørd í 5., 7. og 9. flokki í februar og mars í ár. Kanningin var løgd fram týsdagin. Starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya hava gjørt og greinað kanningina; tey eru Erla Olsen, dekanur og lektari á Námsvísindadeildini, Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini, Annika H. Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og Laufey H. Blaasvær, M.S.sc í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Námsvísindadeildini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.